Grannauppgerð var um Thomas Dam Intersport steypið í gjárkvøldið, og tað gjørdist ein ógvuliga spenanndi dystur. Stóru havnarfeløgini noyddust út í longda leiktíð á Tórsvølli - har vóru teir hjá B36 stinnari.
B36 hevði bóltin meira, men HB legði seg á odda eftir gott kontraálop, sum endaði við at Rani Wenningsted Sørensen dribblaði seg í góða støðu og legði bóltin í málið. Teir í hvítum fingu tó løn fyri leikligu yvirvágina, tá Emil Weihe Joensen, ein av mest eyðsýndi spælarunum í finaluni, javnaði beint fyri hálvleik.
Rani sló aftur til tíðliga í 2. hálvleiki, tá 19-ára gamli vinstri vongurin hjá HB skoraði til 2-1 frálíkt langskot. Tað eydnaðist B36 at javna tíggju minuttir fyri leiklok eftir flott álop, sum endaði við at innskifti Tobias Hansen var fyrstur á returbólti.
Sami Tobias átti góða uppleggið, tá hann tíðliga í longdu leiktíðin dribblaði seg ígjøgnum í høgru og legði flatt inn til ein annan innskiftara, Tórur Eið Eliasen. 3-2 og B36 sat nú av álvara á tí. Vinstri vongurin Carl Mikkelsen fekk eisini seinasta orðið, og eftir seinasta bríksl hjá Heina Ziskason Viðoy kundu B36'arnir fegnast: Liðið hjá Johnny Samuelsen var samanlagt omaná og lyfti steypið. Miðverjin Mattias Weihe Joensen varð valdur til dagsins spælara.
Myndir: Bjarni Enghamar/Bjarna Myndir
Hetta var aðru ferð uppá trý ár, at B36 vann U21-kappingina. Síðani tað bleiv til U21 í 2018, eru tað bert feløg úr Havnar kommunu, sum hava vunnið steypakappingina hjá "elsta dreingjaárganginum": HB tríggjar ferðir, B36 tvær ferðir og AB eina ferð.
Dystargongdin í U21-finaluni í gjár (Skíggjamynd: FaroeSoccer)
Liðuppstillingar o.a. kunnu síggjast her.
Fleiri myndir frá U21-finaluni kunnu síggjast á Facebook-síðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald