Fótbóltur

B68 er á veg í Betrideildina

Toftamenn eru á odda 1-0 í upp- og niðurflytingardystinum á Tórsvølli, og AB hevur fingið reytt kort.

Óli Olsen legði upp til málið hjá Andra Benjaminsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Óli Olsen legði upp til málið hjá Andra Benjaminsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-29 19:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

AB hevur als ikki fingið spælið at hanga saman og tíggju minuttir fyri stegðin, kastaði Andri Benjaminsen seg fram og stútaði bóltin í málið hjá Silas Eyðsteinssyni. Tað var eftir gott innlegg frá Óla Olsen.

Nakrar minutti seinni gjørdist brekkan tyngri fyri argjamenn, tí Gilli Róason fekk beinleiðis reytt kort eftir vandamikla takkling. 

Harvið skal AB venda tí við einum leikara í undirtali fyri verða verandi í Betrideildini.

B68 hevur ikki verið í fremstu røð síðani 2016.

Upp- og niðurflytingardystur
Tórsvøllur 29.11

(19.00): B68 - AB (1-0)
35' Andri Benjaminsen 1-0

Fylg dystinum á forsíðu okkara

Hann sæst á Rás 1 hjá Televarpinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder