Fótbóltur

B68 fær ungan havnarmann í hópin

18 ára gamli Djóni Samuelsen hevur fyri tað mesta spælt á næstbesta liðnum hjá HB. Hann var partur av U19-landsliðnum í fjør.

B68 hevur fingið fatur á enn einum spennandi ungum spælara. Djóni Samuelsen hevur spælt 35 ferðir í næstbestu deildini og hevur fingið fyrstu minuttirnar í Betrideildini. Hann er miðvallari, ið er álopssinnaður (Mynd: B68)

B68 hevur fingið fatur á enn einum spennandi ungum spælara. Djóni Samuelsen hevur spælt 35 ferðir í næstbestu deildini og hevur fingið fyrstu minuttirnar í Betrideildini. Hann er miðvallari, ið er álopssinnaður (Mynd: B68)

2025-01-15 13:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áki Johannesen og Bartal Páll Klein eru farnir úr B68 til HB í vetur, men nú kemur ein spælari afturat Magnusi Holm Jacobsen hinvegin.

18 ára gamli Djóni Samuelsen fer av ymiskum orsøkum úr barndómsfelagnum. Talan er um ein spennandi ungan spælara, sum nú skal royna seg á Svangaskarði.

Við B68 fer Djóni fáa fleiri royndir í fremstu røð. Sum bert 16-ára gamal hevði hann tvey innhopp fyri besta liðið hjá HB í seinnu hálvu í 2023, og sambært FaroeSoccer spældi kviki miðvallarin flest dystir fyri næstbesta liðið hjá HB í fjør. 

Djóni Samuelsen spældi tríggjar ferðir á U-19 landsliðnum í 2024. Hann skoraði fyri Føroyar í 3-1 sigrinum á Turkmenistan - talan var um venjingardyst.

Djóni er yngri beiggi Áka Samuelsen, sum eisini fer úr HB nú. HB hevur selt álopskenda profilin til norska Ranheim.

B68 og Djóni Samuelsen hava gjørt sáttmála fyri 2025. B68 megnaði at yvirliva í Betrideildini við sigri í seinasta leikumfari í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder