Fótbóltur

B68 fekk lyklasigur - Víkingur økti um munin við stórsigri

Esmar Clementsen skoraði dreymamál seint í dystinum í Sørvági, og í Fuglafirði var Sølvi Vatnhamar í hopla við fýra málum.

Afturvendi Esmar Clementsen hælaði bóltin hegnisliga í málið hjá 07 Vestur, tá B68 vann fyri fjórðu ferð í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Afturvendi Esmar Clementsen hælaði bóltin hegnisliga í málið hjá 07 Vestur, tá B68 vann fyri fjórðu ferð í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-08-27 18:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fult umfar var í Betrideildini seinnapartin. Tvey av teimum ávirkaði bæði topp-fýra stríðið í botnstríðið.

Les meira um hinar dystirnar her

Í Sørvági gjørdi B68 bart. Tað var málleyst í 88 minuttir, men annars var dysturin lívligur, og bæði liðini skaptu góðar møguleikar og fóru avgjørt eftir sigrinum. Sum seinni hállveikur leið var B68 nærri við. Fyrst skeyt Bárður Jensen á stongina, og síðani stútaði Áki Johannesen á yvirleggjaran.

Tað var tó ein annar toftamaður, ið gjørdist hetjan og tryggjaði liðnum hjá Jákupi á Borg trý ógvuliga virðismikil stig. Innskifti Alex Mellemgaard skeyt horna væl innfyri úr høgru, og ein annar innskiftur maður - Esmar Clementsen - fekk onkursvegna beint bóltin í málið við fremru stong.

Snilt, flott og avgerandi. Úrslitið merkir, at B68 lyftir seg upp á 17 stig og sjeynda pláss. Fimm stig eru nú niður til ÍF og niðurflytingarstikuna. Hjá 07 Vestur var 0-1 tapið ein stórur smeitur. Fjarstøðan hjá Víking er nú størri.

[object Object]Endiliga trý stig at fegnast um aftur hjá fíggjarliga sperda B68 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Víkingur vann risasigur á útivølli móti grannunum. ÍF minkaði um munin til 1-2 í 18. minutti, tá fyrrverandi Víkingur skoraði, men so gekk heilt galið. 

Stutt fyri hálvleik kom Sølvi Vatnhamar í gongd við at skora mál, og maðurin - ið heilt víst verður á listanum hjá Håkani Ericson í morgin - skoraði eisini tvær ferðir eftir steðgin. Enn eitt gott Víkinga-avrik og nú hevur liðið vunnið seks dystir á rað og hevur níggju stig niður til 07 Vestur.

ÍF varð eyðmýkt í Fuglafirði, og tað tykiskt at vera ein rímiliga langur vegur til uppflytingina. Aðrir bollar skulu á suppuna til lykladystir, sum eru fyri framman.

Betrideildin 20. umfar
Í dag, sunnudagin 27.08

07 Vestur - B68 0-1 (0-0)
89' Esmar Clementsen (Alex Mellemgaard) 0-1

ÍF - Víkingur 1-7 (1-4)
7' Aron Jarnskor Ellingsgaard 0-1
15' Finnur Justinussen 0-2
18' Hans Jákup Lervig (Gundur Ellingsgaard Petersen) 1-2
34' Sølvi Vatnhamar (Olaf Bárðarson) 1-3
45' Sølvi Vatnhamar (Geza David Turi) 1-4
68' Sølvi Vatnhamar (Aron Jarnskor Ellingsgaard) 1-5
72' Martin Klein Joensen (Ari Olsen) 1-6
88' Sølvi Vatnhamar (Olaf Bárðarson) 1-7

-------------------------------

AB - HB 2-4 (1-1)
8' Adrian Rúnason Justinussen 0-1
17' Marius Kryger Lindh 1-1
47' Brian Jakobsen 2-1
66' Jákup Thomsen (Ári Mohr Jónsson) 2-2
71' Adrian Justinussen 2-3
82' Mattias Præst Nielsen 2-4

KÍ - EB/Streymur 3-2 (2-1)
3' Odmar Færø (Mads Boe Mikkelsen) 1-0
8' Gutti Dahl-Olsen (Bogi Reinert-Petersen) 1-1
35' Sivert Gussiås (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-1
55' Bogi Reinert-Petersen (Bergur Poulsen) 2-2
90 (+5)' Jóannes Kalsø Danielsen 3-2

TB - B36 0-3 (0-0)  
49' Bjarki Nielsen (Símun Sólheim) 0-1
67' Bjarki Nielsen (Valerijs Sabala) 0-2
78' Lukas Giessing 0-3

Kelda: dystir.fo - Les meira um hesar dystirnar her

Støðan eftir 20. umfar:

1. KÍ 52 stig *
2. HB 47 stig
3. B36 46 stig
4. Víkingur 39 stig 
5. 07 Vestur 30 stig 
6. EB/Streymur 19 stig *
7. B68 17 stig
8. TB 15 stig 
9. ÍF 12 stig 
10. AB 10 stig 

* Ein dyst færri



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder