Fótbóltur

Stórt drama í oddinum - sama støða

KÍ kom aftur á sigurskós við síðsta skotinum í dystinum móti EB/Streymi. HB vendi 1-2 til 4-2 móti AB, meðan B36 at enda vann trygt á TB.

Jóannes Kalsø Danielsen gjørdist hetjan hjá KÍ, tá hann tryggjaði heimaliðnum ógvuliga týðandi stig í 95. minutti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóannes Kalsø Danielsen gjørdist hetjan hjá KÍ, tá hann tryggjaði heimaliðnum ógvuliga týðandi stig í 95. minutti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-08-27 17:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fult umfar var í Betrideildini hjá monnum, og tað gjørdist ein ógvuliga tungur dagur fyri KÍ og HB, ið bæði jagstraðu leingi. 

HB legði seg annars á odda tíðliga á Argjum, men AB vísti heilt annað flog og mótstøðuføri enn í seinastu dystunum og svaraði væl aftur. Tað var 2-1 frá heilt tíðliga í seinna hálvleiki, men so skoraði Jákup Thomsen eitt ógvuliga flott mál í 66. minutti. Fimm minuttir seinni var Adrian Justinussen til reiðar á returbólti, og so var 2-3 á Argjum. Sjeynda málið síðstu tríggjar dystirnar hjá Adrian ið kanska bankar uppá til landsliðið.

AB hevði havt stóran møguleika beint áðrenn málið og legði seg als ikki. Tó økti HB við heldur tilvildarligum máli í 82. minutti. Ógvuliga súrt hjá AB, ið stríddist væl, men eisini flott av liðnum hjá Jákup Martin Joensen at venda tí. HB hevur bert vunnið eftir summarsteðgin - í dag var heilt nær við, at man nærkaðist KÍ meira.

[object Object]
Adrian kundi - eins og her - fegnast um fleiri mál og HB-sigur á Argjum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

KÍ kom bæði á odda 1-0 og 2-1, men EB/Streymur vísti sjálvsálit og dygdir og svaraði aftur móti heldur "ótrygga" heimaliðnum. Annan heimadystin á rað hevði oddaliðið heldur torført við at umseta stórar møguleikar, og aftur sá tað út til at enda við javnleiki. Fleiri stórir møguleikar vóru, eftir at Bogi Reinert-Petersen hevði javnað eftir flott EB/Streyma-uppspæl.

Tað var tó ikki fyrrenn í 95. minutti, at tað gav úrslit hjá KÍ, sum millum annað hevði sett Árna Frederiksberg og Páll Kletsskarð á vøllin. Tað var eftir hornaspark, at bólturin kom út til Jóannes Kalsø Danielsen. Høgri bakkurin høgdi til, og umvegis eitt bein fór bólturin í málið. Stórur fagnaður og lætti hjá teimum allarflestu við Djúpumýru, tá Jóannes skoraði fyri sættu ferð móti EB/Streymi, og KÍ fekk sín fyrsta sigur í samanalagt fimm dystum.

Í EB/Streyma-leguni var ónøgd við, at spælt varð útyvir teir fýra minuttirnar, sum lagdir vórðu afturat. Víst var tó helst til, at onkur hevði ligið, og teir á útiliðnum høvdu drálað nakað í yvirtíðini. 

[object Object]
EB/Streymur nær við at geva KÍ eina hjálpandi hond - Bergur Poulsen legði upp til annað málið hjá útiliðnum í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í Trongisvági greiddi B36 sína skyldu. Útiliðið skapti nógvar málmøguleikar, og stutt eftir steðgin kom hol á, tá Bjarki Nielsen skoraði. Vongurin skoraði eisini nummar tvey av teimum trimum málunum, ið B36 fekk, og Lukas Giessing fekk seinasta orðið, tá hann skoraði sítt fyrsta mál fyri felagið í Betrideildini. Tað kundi verið heilt stórur dagur fyri havnarfelagið, sum er ósigrað í seks Betrideildar-dystum og hongur væl í, í topp-trý. TB hevur tapt allar sínar fimm dystir eftir steðgin.

B68 hevur nú yvirhálað TB. Esmar Clementsen skoraði einsamalla málið á Dungasandi - eitt dreymamál við hælinum - har B68 fekk ógvuliga týdningarmiklan sigur á 07 Vestur, sum misti stórt fet í mun til Víking. Steypavinnararnir vunnu stórt í Fuglafirði, har Sølvi Vatnhamar skoraði heili fýra mál - meira um hesar dystirnar um eina løtu.

Betrideildin 20. umfar
Í dag, sunnudagin 27.08

AB - HB 2-4 (1-1)
8' Adrian Rúnason Justinussen 0-1
17' Marius Kryger Lindh 1-1
47' Brian Jakobsen 2-1
66' Jákup Thomsen (Ári Mohr Jónsson) 2-2
71' Adrian Justinussen 2-3
82' Mattias Præst Nielsen 2-4

KÍ - EB/Streymur 3-2 (2-1)
3' Odmar Færø (Mads Boe Mikkelsen) 1-0
8' Gutti Dahl-Olsen (Bogi Reinert-Petersen) 1-1
35' Sivert Gussiås (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-1
55' Bogi Reinert-Petersen (Bergur Poulsen) 2-2
90 (+5)' Jóannes Kalsø Danielsen 3-2

TB - B36 0-3 (0-0)  
49' Bjarki Nielsen (Símun Sólheim) 0-1
67' Bjarki Nielsen (Valerijs Sabala) 0-2
78' Lukas Giessing 0-3

07 Vestur - B68 0-1 (0-0)
89' Esmar Clementsen (Alex Mellemgaard) 0-1

ÍF - Víkingur 1-7 (1-4)
7' Aron Jarnskor Ellingsgaard 0-1
15' Finnur Justinussen 0-2
18' Hans Jákup Lervig (Gundur Ellingsgaard Petersen) 1-2
34' Sølvi Vatnhamar (Olaf Bárðarson) 1-3
45' Sølvi Vatnhamar (Geza David Turi) 1-4
68' Sølvi Vatnhamar (Aron Jarnskor Ellingsgaard) 1-5
72' Martin Klein Joensen (Ari Olsen) 1-6
88' Sølvi Vatnhamar (Olaf Bárðarson) 1-7

Kelda: dystir.fo

Støðan eftir 20. umfar:

1. KÍ 52 stig *
2. HB 47 stig
3. B36 46 stig
4. Víkingur 39 stig 
5. 07 Vestur 30 stig 
6. EB/Streymur 19 stig *
7. B68 17 stig
8. TB 15 stig 
9. ÍF 12 stig 
10. AB 10 stig 

* Ein dyst færri


Rættað og dagført 17.40

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder