B68 skal hava nýggjan formann á eykaaðalfundinum, sum verður týskvøldið í næstu viku, 3. september.
Høgni Petersen hevur lagt frá sær sum formaður, veit Eysturoyarportalurin frá keldum, sum standa fóbóltsfelagnum nær.
Boðini um, at hann legði frá sær, komu stutt eftir eina grein hjá Frihedsbrevet mánadagin, sum snýr seg um íbúðarbygging á Toftum, og stuðul frá litaviskum virki til B68. Høgni Petersen stóð á odda fyri felagnum, sum skuldi lata hesar íbúðirnar byggja. Litaviska felagið MB Ibeta skuldi hjálpa til við byggingini, og eisini stuðla B68 við 200.000 krónum árliga.
Fótbóltsfelagið á Toftum hevur verið í fíggjarligum trupulleikum seinastu árini, og orsøkin er millum annað vantandi stuðulsinntøkur frá litaviska felagnum, sum B68 hevði roknað við.
Tað var síðst í august í fjør, at, Høgni Petersen tók við sum nýggjur formaður eftir Ian D. Jacobsen, og longu nú eitt ár seinni, hevur hann valt at leggja frá sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald