
Tað var ikki langt frá, at KÍ í kvøld fór av vøllinum við fyrsta landskappingartapinum síðani í juni í fjør.
Tað var 3-2, tá fimm minuttir restaðu í á Toftum, men so datt bólturin til vinstra beinið hjá Danieli Johansen, sum av brotsteigarmarkinum sveiggjaði vinstra beinið og tryggjaði KÍ javnleik. Hann merkir, at liðið hjá Magnusi Powell framvegis er ósigrað á føroyskari jørð í 2025 - og at KÍ leygardagin kann tryggja FM við sigri í Sørvági.
Kroystir KÍ'arar: Tvey skjót mál og reytt kort
Tað sá annars als ikki út sum, at KÍ'arnir vóru komnir til Toftir fyrsta korterið ella so. Liðið hjá Fróða Benjaminsen var nógv meira ágangandi, og longu eftir tveir minuttir var 1-0. Tað var vælsspælandi Hanus Højgaard, sum fann U21-landsliðsliðfelagan Jóhan Josephsen í KÍ-brotsteignum. Klaksvíkingurin stútaði væl, umvegis yvirleggjaran og í málið, og so risti útiliðið.
Eftir tíggju minuttir kom langur bóltur móti KÍ-verjuketuni. Josephsen vann luftdystin við Odmar Færø, Sebastian Lau Nielsne lyfti bóltin uppum Gaston Tellechea, og beint uttanfyri brotsteigin skumpaði argentinin púra fría danan í rygginum. Neyðbremsa og beinleiðis reytt kort til sterka miðverjan.
Heldur óvanligu mistøkini vórðu revsaði beinanvegin: Marjus Nón skeyt snilt frísparkið framvið ivasama múrinum hjá Sebastian John, og so var 2-0: Tólv minuttir farnir og toftamenn í yvirtalið.
Óneyðugt reytt kort kostaði B68
Tað gekk tó ikki heilt at halda "momentum" hjá B68. Gamaní skoraði KÍ ikki í 1. hálvleiki, men teir í kongabláum fingu størri tamarhald á dystinum og eisini nakrar møguleikar.
Í yvirtíðini í 1. hálvleiki kom Fríði í Túni Petersen eisini við einari fullkomiliga óneyðugari og ljótari takkling: Við knoppunum aftanfrá og beint á Filip Brattbakk. Høgni Madsen var aftur ivaleysur eftir nakað av samskifti og gav beinleiðis reytt kort.
Eftir lítla rokið og steðgin kom KÍ út sum eitt óløgi. Í tíggju móti tíggju megnaði B68 ikki at standa ímóti fyrstu tíggju minuttirna av seinna hálvleiki. Fyrst høgdi Hallur Hansson til, og síðani javnaði Filip Brattbakk til 2-2 eftir gott gjøgnumbrot hjá Árna Frederiksberg og Patriki Johannesen í høgru.
B68 vísti tó mótstøðuføri aftur, og í 70. minutti sló leigusveinurin úr KÍ aftur til fyri B68. Aftur átti Hanus Højgaard, ið sjálvur vann bóltin og sendi innfyri , uppleggið. Páll Klettskarð var ikki við í dag, men Jóhan Josephsen vísti - á hinum liðnum - líknandi dygdir.
KÍ megnaði tó sum nevnt at javna í dramatiska dystinum.
24. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, sunnudagin 28. september
B68 - KÍ 3-3 (2-0)
3' Jóhan Josephsen (Hanus Højgaard) 1-0
12' Marjus Nón 2-0
51' Hallur Hansson 2-1
56' Filip Brattbakk (Patrik Johannesen) 2-2
70' Jóhan Josephsen (Hanus Højgaard) 3-2
86' Daniel Johansen 3-3
Reyð kort - bæði beinleiðis reyð
KÍ :11' Gaston Nicolas Tellechea
B68: 45 (+3)' Fríði í Túni Petersen
Støðan undan trimum teimum seinastu umførunum:
Hini úrslitini í dag:
B36 - Víkingur 1-1 (1-0)
25' Símun Sólheim (Hannes Agnarsson) 1-0
52' Jákup Johansen (Ingi Jonhardsson) 1-1
Reytt kort: 55' Ragnar Samuelsen (Seinna gula)
Les eisini: Sama støða í stríðunum um 2. pláss og 4. pla´ss
EB/Streymur - HB 0-4 (0-3)
26' Emil Grønn Pedersen (Noah Mneney) 0-1
43' Emil Grønn Pedersen (Heðin Hansen) 0-2
45' Emil Grønn Pedersen (Bartal Wardum) 0-3
57' Ási Dam (Lassana Faye) 0-4
07 Vestur - NSÍ 1-5 (1-3)
13' Michal Przybylski (Klæmint Olsen) 0-1
23' Klæmint Olsen (Brandur Olsen) 0-2
25' Daniel Obbekjær (Brandur Olsen) 0-3
42' Mikkel Hyllegaard (Jónas Prior) 1-3
46' Michal Przybylski (Petur Knudsen) 1-4
66' Klæmint Olsen (Jann Julin Benjaminsen) 1-5
TB - FC Suðuroy 2-2 (1-1)
36' Nikolei Johannesen 1-0
44' Pætur Augustinussen 1-1
58' Musah Armah (Nikolei Johannesen 2-1)
81' Olivur Renéson Thomsen (Emmanuel Andorful) 2-2
Sí eisini:
FC Suðuroy er nú omanfyri strikuna aftur
Pætur Augustinussen: - Hatta var dramatiskt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald