Fótbóltur

B68 gjørt sáttmála við svenskan vong

22-ára gamli Emmanuel Kulego hevur eisini norskan ríkisborgararætt og hevur síðst spælt í fjórðbestu norsku deildini. Hann hevur eisini royndir úr Danmark og er fjórði nýggi spælarin á Svangaskarði seinastu tíðina.

Kulego hevur millum annað umboða Rosenborg og seinast næstbesta liðið hjá Sarpsborg, sum er í fjórðbestu norsku deildini. Hann hevur átta U17-landsdystir fyri Noreg (Mynd: Andri Gerðisá/B68)

Kulego hevur millum annað umboða Rosenborg og seinast næstbesta liðið hjá Sarpsborg, sum er í fjórðbestu norsku deildini. Hann hevur átta U17-landsdystir fyri Noreg (Mynd: Andri Gerðisá/B68)

2025-02-28 12:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Málverjin Rasmus Nilsson og ungu miðvallararnir/vengurnir Tóki á Lógv og Ragnar Steinhólm. Hesir hava allir gjørt sáttmála við B68 í feburar. Teir eru ikki heilt slopnir framat á bestu liðnum hjá ávikavist HB, KÍ og NSÍ men skulu royna at vísa seg fram hjá B68.

Nú er eisini endaliga greitt, at ein svenskur spælari, sum eisini hevur norskan ríkisborgararætt, skal hava Svangaskarð sum heimavøll í 2025.

Talan er um Emanuel Mj (Mawuena Junior) Kulego. Hann er 22-ára gamal og er føddur og uppvaksin í Malmø. Hann hevur tó í stóran mun spælt í Noreg sum ungdóms- og vaksnamannaspælari og hevur sambært Transfermarkt spælt 8 U17-landsdystir fyri Noreg.

Kulego hevur millum annað umboða Rosenborg og seinast næstbesta liðið hjá Sarpsborg, sum er í fjórðbestu norsku deildini. Annars hevur hann spælt 37 dystir í triðbestu norsku deildini - við næstbesta liðnum hjá Rosenborg.

Eitt stutt skifti var hann í donskum fótbólti og fekk nakrar dystir við Jammerbugt í næstbestu deildini har.

Seinastu tíðina hevur hann royndarvant við B68 og millum annað spælt í venjingardysti móti Víkingi, og nú er sáttmáli komin burturúr:

- Tað kennist veruliga gott at hava skrivað undir fyri B68. Eg havi verið her í eina viku nú, og bæði venjarin og leikarirnir hava tikið sera væl ímóti mær. Eg trívist longu og gleði meg til kappingarbyrjan. Eg eri sera motiveraður fyri at gera tað, sum eg elski mest – at spæla fótbólt og geva alt fyri liðið.

Soleiðis sigur nýggi spælarin við Facebooksíðuna hjá B68 í dag. Sum skilst verður hetta síðsti nýggi spælarin hjá B68, sum júst slapp undan niðurflyting í fjør. B68 spælir um eina viku, fríggjadagin 7. mars, allarfyrsta dystin í Betrideildini 2025. Hann verður í Gundadali móti HB.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder