Fótbóltur

B68 javnan fingið stig móti HB seinastu árini

Í seinastu tíggju kappingardystunum millum liðini hava favorittarnir úr høvuðsstaðnum vunnið helmingin av teimum eftir 90 minuttum. Flestu uppgerðirnar eru tættar á máltalvuni.

HB vann steypafinaluna móti B68 í 2023 eftir brotsparkskapping. Tað er ikki eydnast høvuðsstaðarfelagnum at fingið fult móti B68 nakað av seinastu trimum árunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HB vann steypafinaluna móti B68 í 2023 eftir brotsparkskapping. Tað er ikki eydnast høvuðsstaðarfelagnum at fingið fult móti B68 nakað av seinastu trimum árunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-06 17:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin klokkan 18 leggja HB og B68 til brots í Betrideildini við at spæla móti hvørjum øðrum í Gundadali.

Soleiðis var eisini í 2023, tá høgar vónir vóru til HB undir Dalibor Savic. B68 legði seg á odda, men nýggju álopskendu spælararnir, Mattias Præst Nielsen, Mikkel Dahl og Mads Borchers, skoraðu, áðrenn Jákup Thomsen setti punktum. 

Eisini hetta árið skifti HB venjara, og B68 fekk síðst í september stig á dramatiskan hátt í Gundadali (3-3). Liðini vóru eisini í steypafinaluni, har HB endaði við at lyfta steypið, men brotssparkskapping skuldi til móti toftamonnum.

HB hevur innanhýsis yvirtakið seinastu árini, men tað er heldur merkisvert, at tað ikki eydnast høvuðsstaðarfelagnum at fáa fulla plátu móti B68 nakað av seinastu trimum árum. Tað gekk í 2021, tá B68 var uppflytari, og málúrttøkan millum liðini var samanlagt 12-0.

Tá vit nú hyggja á FaroeSoccer eftir seinastu trimum árum sæst, í stóran mun, eitt greitt mynstur. Dystirnir millum HB og B68 eru tættir á máltalvuni. Í fjør endaðu allir 1-0. Tapið hjá HB á Svangaskarði síðsti í juni órógvaði nógv í meistaraheitsstríðnum.

HB - B68 seinastu trý árini (10 dystir)

2022: 
4. umfar: B68 - HB 1-1
15. umfar: B68 - HB 0-1
24. umfar: HB - B68 1-2

2023:
1. umfar: HB - B68 4-1
12. umfar: B68 - HB 0-2
24. umfar: HB - B68 3-3

Finalan um Løgmanssteypið: HB - B68 0-0 (HB vann eftir longda leiktíð)

2024: 
4. umfar: B68 - HB 0-1
15. umar: B68 - HB 1-0
19. umfar: HB - B68 1-0

Samanlagt er talan um fimm HB, sigrar, tríggjar javnleikir (eftir 90 minuttir) og tveir sigrar til B68

Tøl: FaroeSoccer

Betrideildin, 1. umfar
Fríggjadagin 7. mars
18.30: HB - B68


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder