Annað

B68 misti eitt fet í oddastríðnum - Suðringar vunnu á Jóansøku

Tað endaði javnt í oddadystinum í Klaksvík, NSÍ vann á B71 og Skála argaði aftur enn einaferð eitt av oddaliðunum..

Í fjør umboðaði Dion Splidt KÍ. Í dag skoraði hann fyri ÍF í oddadystinum við Djúpumýru.

Í fjør umboðaði Dion Splidt KÍ. Í dag skoraði hann fyri ÍF í oddadystinum við Djúpumýru.

2018-06-23 18:47 Author image
Agnar Prestá

15.umfar í 1.deild hjá monnum hevur verið á skránni í dag. Í oddastríðnum hevði NSÍ tann besta dagin, meðan B68 hesaferð snávaði. Og í Vági vann TB/FCS/Royn sín fyrsta dyst í hesum árinum

Tað var nummar eitt ímóti nummar tvey við Djúpumýru í Klaksvík, tá eitt heldur skert KÍ lið tók ímóti ÍF. KÍ hevur verið oddalið so at siga alt árið, og vann í Fuglafirði fyrr í ár. Nú var niðurflytarin á vitjan í Klaksvík, og tað endaði við at liðini deildu stigini. Øll fýra málini komu í fyrra hálvleiki; KÍ var tvær ferðir á odda, men ÍF svaraði í báðum førum aftur. Bæði liðini høvdu møguleikar at avgera dystin. 

NSÍ avgjørdi sín dyst seinasta hálva tíman, tá B71 var á vitjan við Løkin. B71 kom annars tíðliga á odda, og tað var málríkt og leingi spennnadi í Runavík. Við sigrinum dregur NSÍ frá grannunum og nærkast KÍ og fyrsta plássinum. 

Skála sendi annan dystin á rað ein biðil til uppflyting heim við ongum. Enn einaferð var tað afturvendi Jákup Johansen, ið gjørdi munin. Skála vann 3-0 á B68, sum við úrsltinum liggur til at gerast ov stutt til at flyta upp. Skála hevur nú rivið seg leyst frá strikuni. 

Á Eiðinum í Vági vann TB/FCS Royn sín fyrsta dyst í ár. Suðringar vunnu 1-0 á Giza Hoyvík. Einsamalla málið kom næstan beinanvegin í 2.hálvleiki. Heine Mikal Mortensen, sum aftur er á liðnum hjá Suðringum, gjørdist matchvinnari, og hetta var ein sera umráðandi sigur fyri Suðringar í botnstríðnum.

Í Gundadali komu bæði málini innanfyri heilt stutta tíð tíðliga í 2.hálvleiki. HB og Víkingur spældu ein málleysan fyrr hálvleik, men við tveimum skjótum málum fekk HB trý týdningarmikil stig, og fekk steðga góðu gongdini hjá Víkingi. 

15.umfar

KÍ - ÍF 2-2(2-2)
1-0 Dávid Langgaard
1-1 Bogi Reinert-Petersen
2-1 Henry Heinesen (br.)
2-2 Dion Splidt

NSÍ - B71 5-2(2-1)
0-1 Bjørgfinnur Winther
1-1 Steffan A. Løkin
2-1 Pætur T. Skipanes
2-2 Tijani Mohammed
3-2 Jann Martin Mortensen
4-2 Jann Martin Mortensen
5-2 Pætur T. Skipanes

Skála - B68 3-0 (2-0)
1-0 Jákup Johansen
2-0 Jákup Johansen
3-0 Kristian Martin Jacobsen

TB/FCS/Royn - Giza Hoyvík 1-0(0-0)
1-0 Heine Mikal Mortensen

HB - Víkingur 2-0 (0-0)
1-0 Rói av Fløtum
2-0 Bjarni Brimnes

Støðan: 
KÍ 38 
NSÍ 32
ÍF 30
B68 28
Víkingur 22 
B71 21
HB 14
Skála 13
Giza Hoyvík 10
TB/FCS/Royn 7  

Seinasta umfar undna steðginum í 1.deild er komandi leygardag: 

16
30-06-2018
 
-
 
16
30-06-2018
 
-
 
16
30-06-2018
 
-
 
16
30-06-2018
 
-
 
16
30-06-2018
 

(Kelda: Faroe Soccer)