Hann hevur spælt so at siga allar minuttirnar í Betrideildini í ár -flest hjá B68 sambært FaroeSoccer.
Áki Johannesen er umráðandi í miðverjuni hjá barndómsfelagnum, kann eisini spæla á verjukenda miðvøllinum, og hevur 21-ára gamli toftamaðurin javnan liðskiparabandið á. B68 hevur latið 35 mál inn í ár - ikki eins nógv sum kappingarneytarnir í botninum.
Í steypafinaluni í fjør varð Áki Johannesen valdur sum besti spælarin á vøllinum, og tað er eingin ivi um, at U21-landsliðsspælarin hevði verið ein lyklaspælari í endaspurtinum í tætta botnstríðnum.
Áki var tó ikki á listanum hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen mánadagin, tá U21-landsliðið varð úttikið. Miðverjin spældi annars 90 minuttir í Sørvági leygarkvøldið, men hjá lækna stutt eftir tað kundi staðfestast, at hann hevði eitt brot í fótinum.
Hetta skrivar in.fo fyrrapartin.
Sambært heimasíðuni skal Áki Johannesen fyrst hava gips og síðani serligan stivla á. Tá hann sleppur av við hesi, er kappingarárið liðugt.
Harvið skal B68 standa seg uttan nummar 24 seinastu sjey dystirnar, har tað snýr seg um at halda plássinum í deildini. B68 er í løtuni eitt stig omanfyri EB/Streym og niðurflytingarstrikuna.
Áki Johannesen var nakað darvaður av skaða í fjør og í 2022 og skal í vetur undir uppvenjing aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald