Fótbóltur

B71 50 ár

Sandoyar Ítrottarfelag varð stovnað 1. januar 1970, og í hesum sambandi var hátíðarhald í ítróttarhøllini nýgggjársdag.

Jógvan Nicodemussen og Kári Vidtfeldt hava avdúkað minnisplátuna (Mynd: B71)

Jógvan Nicodemussen og Kári Vidtfeldt hava avdúkað minnisplátuna (Mynd: B71)

2020-01-05 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hátíðarløtan í Høllini byrjaði við tøgn í ein minutt fyri at minnast tey vit mistu á leiðini, bæði nýliga og annars.

Soleiðis skrivar facebook-síðan hjá B71 um 50-ára føðingardagin, ið var 1. januar.

Ein minnispláta, sum Føroya Grótvirki hevur staðið fyri at framleiða, varð avdúkað Minnisplátan er av fyrstvaldu nevnd felagsins og harvið stovnarunum av B71. Jógvan Nicodemussen betri kendur sum Jógvan í Klingruni, var allarfyrsti formaðurin í søguni, og hann og núverandi formaðurin Karl Vidtfeldt avdúkaði plátuna.

B71 fekk eisini handað eina peningagávu á 50.000 krónum frá Sands Kommunu, sum kemur omaná vanliga stuðulin frá kommununi. Ein lítil framsýning við lutum, steypum, blusum, bløðum var eisini, og felagið skrivar soleiðis um eina serliga søgu um stovanandi aðalfundin: 

- Mangt og hvat kom undan kavi í fyrireiking til hendan føðingardagin, m.a. at tvey konufólk møttu upp til stovnandi aðalfundin 01.01.1970. Tað er tíverri ikki altíð at bæði kynini eru umboðaði í fótbólttshøpi og tí vildu vit markera tað at hesar báðar hildu seg framat og luttóku í at stovna felagið fyri 50 árum síðani. Tóra Jensen og Elsa Vest vóru kvinnurnar og tær fingu báðar blómur handaðar.

Sandoyar Ítrottafelag er mest kent fyri fótbóltin. Størsta avrik felagsins kom í 1989, tá besta mansliðið hjá B71 óvæntað vann føroyameistaraheitið. Í 1993 vann B71 steypakappingini. Í løtuni spælir besta liðið í 1. deild.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder