Fótbóltur

Báðir dystirnir hjá KÍ móti Hacken síggjast í KVF

Hetta staðfestir KÍ. Tann fyrri verður í Klaksvík klokkan 19.45 í annaðkvøld - níggju upptøkutól vera kring leikvøllin, og VAR kann nýtast.

Í Klaksvík eru fyrireikingarnar í gongd til Champions Legue-brakið í morgin í gongd (Mynd: Sverri Egholm)

Í Klaksvík eru fyrireikingarnar í gongd til Champions Legue-brakið í morgin í gongd (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-25 14:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevur gjørt avtalu við Kringvarp Føroya um at vísa bæði heimadystin og útidystin ímóti BK Häcken.

Hesum boðaði Klaksvíkar Ítróttafelag frá í skrivi í gjár. Portalurin skrivaði um, at Televarpið fór at vísa B36, og at rættindini hjá KÍ helst fóru at enda hjá Kringvarpinum, og hetta varð seinni staðfest. 

Sí eisini: Televarpið vísir dystin hjá B36 hóskvøldið

Tað eru svensku meistararnir, sum vitja Djúpumýru í morgin, mikukvøldið klokkan 19.45. Eins og til dystin í 1. umfari móti Ferencvárosi, verður tað Kringvarp Føroya sum fer at framleiða dystin fyri KÍ. KVF sendir eisini dystin, eru partarnir komnir ásamt um.

Talan er um stóra framleiðslu, ið nógv meira er at líkna við hana til ein landsdyst enn til dysti í vanligu landskappingini.

- Eins og til heimadystin verða í alt 9 upptøkutól kring vøllin soleiðis at hyggjarin upplivir dystin best møguligt.

Hetta skrivar KÍ. Orsøkin til mongu upptøkutólini er sannliga eisini VAR-skipanin. Video Assistant Referee er krav til allar Champions League-dystir nú. VAR-vongurin fer at standa aftanfyri "gamla skýlið", og skermurin ið høvuðsdómarin møguliga fer út at hyggja eftir verður stutt undir frásøgubúrinum í sama skýlið.

Útidysturin hjá KÍ verður spældur mikudagin 2. august klokkan 17 í Göteborg. Hann verður eisini vístur á KVF. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder