Í HM-kappingini í badminton fyri lið, sum er í Kazen í hesum døgum, luttekur føroyska U19-landsliðið.
Í dag vunnu tveir føroyskir leikarar, Jónas Djurhuus og Ari Miné Jacobsen á leikarum úr Uzbekistan í tvímansleiki hjá monnum. Samlaða úrslitið bleiv tó eitt tap fyri Føroyar. Uzbekistan vann nevniliga 4-1.
At byrja við, vann Uzbekistan á Almu Kentsdóttir Mohr Pedersen og Jónas Djurhuus í blandaðum tvímansleiki við úrslitinum 11-21 og 16-21. Síðani tapti Sissal Thomsen fyrsta settið og vann seinna settið. Eisini tapti Árant á Mýrini tvey sett, og tað gjørdu Alma Kentsdóttir Mohr Pedersen og Sissal Thomsen eisini í einmansleiki hjá kvinnum. Til endans eydnaðist tað tó Jóans Djurhuus og Ara Miné Jacobsen at vinna í tvímansleiki hjá monnum, skrivar Badmintonsamband Føroya á Facebook.
Klokkan 15.30 skal Føroyar spæla móti Noregi.
Hetta er triðju ferð, at Føroyar luttaka í HM liðkappingini fyri U19 landslið. Tilsamans 43 lið eru við hesuferð.
Kappingin endar leygardagin 5. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald