Hetta vikuskifti hava Reykjavík International Games verið á skránni. Eins og undanfarin ár, hava nógvir føroyskir badmintonleikarar luttikið. Leikarar frá MBF, KBF og HBF hava spælt í deildunum U11, U13, U15, U17 og U19.
Føroysku leikararnir fingu góð úrslit - her er eitt yvirlit yvir heiðursmerkini:
U11: Føroysk luttøka - har øll spældu seg til eina væluppiborna gullmedalju.
U13: Í A-bólkinum: 1 gull og 1 silvur
Í "consolation": 1 gull
U15 Í A-bólkinum: 3 silvur
Consolation: 3 gull og 1 silvur
U17: Í A-bólkinum: 1 gull
Consolation: 1 gull
U19: A-bólkurin: 2 gull og 3 silvur
Tað var serliga i U19, at føroysku leikararnir stóðu seg væl. Hetta er annars ein bólkur, sum íslendsku leikararnir hava sitið á seinastu árini.
Sissal Thomsen vann gull í single í júst U19, og tá kappingin endaði, varð hon kosin til besta kvinnuliga leikara í RIG.
Á Facebook-síðu sínair skrivar Badmintonsambandið, at tað er gleðiligt fyri føroyskt badminton, at føroysku feløgini aftur sendu nógvar leikarar til Reykjavík International Games. BSF skrvar, at kappingin gevur nógv fyri teir mongu leikararnar, tí her møta teir avbjóðingum frá leikarum, ið teir ikki vanliga spæla ímóti. Samstundis er kappingin við at styrkja um samstarvið ímillum feløgini.
Myndir av føroysku heiðursmerkjavinnarunum kunnu síggjast á Facebook-síðuni: Badmintonsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald