Oyggjaleikir 2023

Badminton: Rein føroysk finala í blandaðum tvíleiki

Góður dagur í badmintonhøllini í Guernsey í dag.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-13 18:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gjørdist enn ein góður dagur fyri føroyskt badminton í dag.

Blandaður tvíleikur var á skránni í dag. Og tvey av teimum føroysku pørunum gjørdu reint borð og vunnu allar sínar dystar, og skulu standa yvir fyri hvørjum øðrum, tá rein føroysk finala verður í morgin.

Øðru megin verða Magnus Dal-Christiansen og Miriam í Grótinum og hinumegin verða Mia Thorkildshøj og Fai Yin Wong.

Føroysku pørini vunnu eisini sínar dystir uttan at lata sett frá sær í nøkrum dysti.

Magnus og Miriam komu í finaluna við fyrst at vinna á einum pari frá Gibraltar, síðan frá Gotlandi, so Guernsey og í hálvfinaluni vunnu tey á einum pari frá Manoy.

Mia og Fai vunnu fyrst á einum pari úr Hetlandi, síðani Isle of Wight, so vunnu tey eina reint føroyska fjórðingsfinalu móti Jónasi Djurhuus og Sannu Thorkildshøj við settunum 21-16, 21-16 og í hálvfinaluni mátti eitt par úr Guernsey lúta.

Jónas og Sanna høvru, áðrenn tey taptu í fjórðingsfinaluni vunnið á einum pari av Orknoyggjum, einum av Suðuroyggjum og einum av Manoy.

Seinasta føroyska parið í dag var Asbjørn Heide Olsen og Ranja Joensen. Tey vunnu fyrst á einum pari frá Gibraltar, síðani einum av Isle of Wight, men taptu so 1/8-finaluna móti einum pari av Gibraltar 21-19, 21-16.

Føroyingar við í trimum finalum

Umframt reint føroysku finaluna í blandaðum tví-leiki, sum verður í morgin klokkan 14, eru tvær aðrar finalur í tvíleiki við føroyskari luttøku. Magnus Dal-Christiansen og Fai Yin Wong skulu spæla móti Albert og Eric Navarro Comes frá Menorca klokkan 12 og Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna Thorkildshøj skulu spæla móti topseedaða parinum  av Manoy, Kimberley Clague og Jessica Li klokkan 13. Clague og Li eru toppseedaðar, og vunnu 21-19, 23-21 á Miriam í Grótinum og Miu Thorkildshøj í hálvfinaluni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder