Tann 16. juni 2022 helt Badmintonsamband Føroya (BSF) árliga aðalfund sín, har kunning, nevndarval og góðkenning av roknskapi var á skrá.
Á aðalfundinum møttu umboð fyri Havnar Badmintonfelag, Klaksvíkar Badmintonfelag, Miðvágs Badmintonfelag, ÍF og Nápur.
Nýggir nevndarlimir, sami formansskapur
Fyri vali hesa ferð stóðu Katrin Jacobsen og Johnny í Grótinum, sum hava verið ávíkavist næstformaður og formaður. Harumframt blivu Mariann Øster og Niels Juel Arge nývald sum nevndarlimir, tá Elian Elttør og Birgit Ryan ikki ynsktu at halda áfram í nevndini.
Nevndin hevur skipað seg við sama formansskapi sum áður.
Nýggj strategiætlan fyri føroyskan ítrótt
Á aðalfundinum blivu limafeløgini kunnaði um nýggju strategisku kósini fyri føroyskan ítrótt, sum bleiv samtykt á aðalfundinum hjá ÍSF herfyri. Feløgini og nevndin taka fult undir við grundhugsanini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald