Oyggjaleikir 2023

Badmintonspælararnir komnir gott í gongd

Føroyar skulu spæla tríggjar dystir í dag. Fyrsti dysturin móti Orknoyggjum endaði 5-0.

Árant á Mýrini vann sín einmansdyst móti Orknoyggjum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Árant á Mýrini vann sín einmansdyst móti Orknoyggjum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-07-09 14:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Badmintonspælararnir eru komnir væl í gongd við oyggjaleikirnar á Guernsey.

Liðkapping er á skránni í dag, og í morgun var fyrsti dysturin spældur, og Føroyar vunnu ein tryggan 5-0 sigur á Orknoyggjar.

Árant á Mýrini, Ranja Joensen vunnu sínar einmans/-kvinnu dystir, Fai Yin Wong og Magnus Dahl-Christiansen vunnu tvímansleikin, Mia Thorkildshøj og Miriam í Grótinum vunnu tvíkvinnudystin og Jónas Djurhuus og Sanna Thorkildshøj vunnu blandaða dystin.

Tað var bert í hesum seinasta dystinum, at Føroyar taptu sett.

Tríggir dystir eru á skránni í badminton í dag. Klokkan15.30 spæla Føroyar móti Suðuroyggjum (Western Isles) og kl. 18.30 móti Hetlandi.

Liðkappingin í badminton verður avgreidd við finalu í annaðkvøld. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder