2024-01-15 23:55
Eirik Bakke skuldi vera nýggjur venjari hjá KÍ og samráðingar vóru, men nú er greitt, at soleiðis verður ikki. Tað sigur Eirik Bakke við norska TV2.
- Tað verður ikki Føroyar fyri mítt viðkomandi. Eg havi havt nakrar dagar at taka eina avgerð, og hesaferð verið eg verandi heima, sigur Erik Bakke.
Portalurin skrivaði í síðstu viku, at Eirik Bakke helst fór at avloysa landsmannin Magne Hoseth sum høvuðsvenjari hjá KÍ, og sunnudagin visti Norðlýsið, at Bakke var komin til Klaksvíkar.
Nú skal KÍ í holt við at finna annan venjara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald