Fótbóltur

Baltic Cup: Føroyar taptu tepurt móti Litava

Vertirnir skoraðu einsamalla málið stutt fyri steðgin. Føroysku kvinnurnar spæla móti Estlandi mánadagin í dystinum um 3. plássið.

(Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

(Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

2025-10-24 22:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið við kvinnum endar sítt 2025 við árligu Baltic Cup. Her hittast baltisku londini, umframt Føroyar til fýra-lands kapping. 

Liðini spæla tveir dystir hvør. Fyrst hálvfinalur og síðani finalu/dyst um 3. pláss. Hesaferð er kappingin í Litava, og Føroyar spældu móti vertunum í kvøld.

Kringvarpið skuldi vísa dystin, men vegna signaltrupulleikar var einki at síggja.

Litava skoraði einasta málið í tætta dystinum. Hetta var í 37. minutti. Føroyar royndu at svara aftur, men hóast møguleikar eydnaðist tað ikki, og tað endaði 1-0 í Kaunas.

[object Object]
Tær hjá Litava fegnast um mál sítt 

[object Object](Myndir: Jóhanna Thomsen/FSF)

Fleiri spælarar hjá Føroyum fingu tó roynt seg, og liðið fekk arbeitt við ymiskum. Nú snýr tað seg um Estland mánadagin klokkan 11. Talan er um dyst um 3. plássið.

[object Object]Tær fyrstu ellivu (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder