- Hóast leikliga yvirvág nærum allan dystin, so taptu føroysku kvinnurnar 2-1 fyri Lettlandi hóskvøldið.
Soleiðis skrivar Fótbóltssambandið hóskvøldið, eftir at Føroyar taptu tepurt í hálvfinaluni í Baltic Cup.
Føroyska liðið hevði bóltin væl meira í fyrra dystinum hjá sær í venjingarkappingini, og ikki færri enn tríggjar ferðir brast bólturin á træverkið.
Einaferð bólturin rakti tvørtræðið hjá Lettlandi var tíðliga í 2. hálvleiki, tá Birita Ryan royndi seg. Tað endaði við, at ein hjá Lettandi gjørdi sjálvmál, eftir at bólturin kom út aftur. Forarbeiði var annars gott í vinstru - framt av Saru Samson Lamhauge og Ásla Johannesen.
Føroyskur fagnaður eftir 1-1 málið (Mynd: Jakoba Svensdóttir/fsf.fo)
Allir dysturin sæst her - føroyska málið er frá 1.48.25
Lettland fekk tó leiðsluna aftur, tá eitt kort erer var eftir. Bólturin varð vunnin á miðjum vølli - Eyðvør Klaksten átti helst at fingið fríspark - men harfrá var tað væl avgreitt av heimaliðnum, og so endaði tað við einum teprum 2-1 sigri til lettlendsku vertirnar á LNK Sports Park í Riga.
Sunnumorgunin, 27. oktober, klokkan tíggju, skal føroyska A-landsliðið við kvinnum spæla um bronsuna í Baltic Cup. Bronsudysturin millum Føroyar og Litava verður stroymdur á fsf.fo. Litava tapti sína hálvfinalu uppá brotsspørk móti Estlandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald