Seinastu fýra árini hevur BankNordik verið høvuðsstuðul hjá Hondbóltssambandinum, og í gjár varð samstarvsavtalan longd við tveimum árum afturat.
– BankNordik hevur, sum høvuðsstuðul seinastu fýra árini, verið ein sera sjónligur og dyggur stuðul hjá hondbóltinum og hetta er eitt samstarv og ein avtala, sum ger mun og tryggjar góðu gongdina, sum hevur verið seinastu árini, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF við heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum.
Turið F. Arge, rakstrarstjóri hjá BankNordik, sigur, at tey fegnast um menningina, sum hevur verið í hondbóltinum seinastu árini, og er tað stuttligt at vera viðspælari, tá framgongdin og úrslitini eru so eyðsýnd, sum tey hava verið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald