– BankNordik hevur, sum høvuðsstuðul seinastu fimm árini, verið ein sera sjónligur og dyggur viðspælari hjá hondbóltinum og er hetta eitt samstarv og ein avtala sum ger mun og tryggjar góðu gongdina
Hetta sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltsambandi Føroya, eftir at samstarvsavtalan við BankNordik er longd við hálvumtriðja árið.
BankNordik hevur verið høvuðsstuðul seinastu fimm árini. Nýggja samstarvsavtalan er galdandi fyri 2022 og 2023.
Avtalan var undirskrivað saman við Rúnu N. Rasmussen, marknaðarleiðara, í høvuðsætinum hjá BankNordik á Oknarvegi í dag.
– Virðini hjá BankNordik eru dugnasemi, eldhugi og framsøkni, og júst hetta hava vit av álvara sæð í føroyskum hondbólti seinastu árini. Vit fegnast um at hava verið við á ferðini higartil og gleða okkum til at bera Føroyar enn hægri upp á hondbóltstindarnar, sigur Rúna N. Rasmussen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald