Annað

Bara David Kunoy verður við á Hvidovre Box Cup

Teitur Annand hevur givið avboð til stevnuna um vikuskifti orsaka av sjúku.

2023-03-24 10:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir av royndastu nevaleikarunum hjá Tórshavn Boksing ligið í harðari venjing í Danmark alla hesa vikuna fyri at fyrireika seg til altjóða boksistevnuna Hvidovre Box Cup um vikuskiftið.

Bæði David Kunoy og Teitur Annand vóru farna vikuskiftið við í eini aðrari stevnu, og vóru verðandi í Danmark at fyrireika seg til hesa nógv størri stevnuna.

Les eisini: David fekk gull og Heri silvur 

Men tað verður bert annar teirra, sum verður við í kappingini í Hvidovre.

Teitur Annand hevur kent seg sjúkan í longri tíð, og hevur tí tikið avgerð um at ikki at stilla upp á stevnuni í Hvidovre.

- Vit hava gjørt alt fyri at fáa Teit kláran... vit vænta, at Teitur skjótt boksar aftur, helst til DM fyri byrjarar í apríl, sigur Martin Meng, formaður og venjari í Tórshavn Boksing.

David Kunoy, hinvegin, er í toppformi eftir at hann vann gull seinasta vikuskiftið, og ætlar sær at gera alt fyri at vinna enn eitt heiðursmerki áðrenn leiðin gongur aftur til Føroyar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder