Oyggjaleikir 2023

Bára vann silvur í trístøkk

Leyp 10,97 metrar – fýra sentimetrar styttri enn gullvinnarin.

Savnsmynd frá OyL á Gibraltar (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd frá OyL á Gibraltar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-09 17:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrsta føroyska heiðursmerkið á oyggjaleikunum í ár komu á breytinum fyri frælsum ítróttum.

Á fyrsta degnum skuldi eitt nú trístøkk fyri kvinnur avgerast á fyrsta leikdegnum.

Og her eydnaðist tað Báru Jógvansdóttir Glerfoss at vinna silvur.

Besta lopið hjá Báru var 10,97 metrar, bert 4 sentimetrar styttri enn Lucy Woodward úr Jersey, sum vann, og seks sentimetrar longri enn Hilda Östergren úr Gotlandi, sum vann bronsu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder