Eftir eina ringa gongd í La Liga hevur Barcelona við 4-2 sigri í kvøld aftur lagt seg á odda í tætta oddinum. Talan var um ein tættan og undirhaldandi dyst, har Barcelona misti sín liðformann og sína størstu stjørnu.
Heimaliðið kom sera væl frá byrjan, og eftir 12 minuttir var 2-0. Men í 25.minutti var friður á Camp Nou, tá Lionel Messi lendi illa á sínum høgra armi. Argentinski leikarin hevði skorað og lagt upp til Coutinho, men noyddist út við nógvari pínu. Tað nýggjasta er, at 31-ára gamla stjørnan kann vera úti í einar tríggar vikur. Harvið missir hann millum annað El Classico komandi vikuskifti.
Les eisini: Niðurtúrurin hjá Real Madrid heldur fram
Uttan Messi megnaði Barca tó at hála tað heim. Luis Suarez so at siga lukkaði dystin við brotssparkið beint eftir tíman, men Sevilla helt á at trýsta og fekk tvey mál seinastu løtuna.
Les eisini: Ronaldo uppá 400 mál
Barcelona var uttan sigur í teimum fýra undanfarnu dystunum, men nú er meistaraliðið aftur á tindinum.
Støðan í oddinum:
Barcelona 18
Alaves 17
Sevilla 16
Atletico Madrid 16
Real Madrid 14
Espanyol 14 (Ein dyst færri)
Fótbóltur
Barca-sigur í oddadysti - Messi út við skaða
Lionel Messi noyddist út við skaða í arminum, tá Barcelona basti Sevilla í undirhaldandi dysti á Camp Nou.
2018-10-20 22:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald