Fótbóltur

Bárður, Jóannes, Andrias og Andrass frá byrjan

Av teimum sum byrja í Oslo eru fýra, ið sjálvdan eru í byrjanaruppstillingini á A-landsliðnum. Fyrsta bríksl verður klokkan 17.

22-ára gamli Andrass Johansen byrjaði eisini inni móti Moldova fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)

22-ára gamli Andrass Johansen byrjaði eisini inni móti Moldova fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-16 15:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyski landsliðshópurin er á veg til leikvøllin í norska høvuðsstaðnum. Fyrsta bríksl á Ullevaal verður klokkan 17, og føroyska liðið er set:

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Hørður Askham, Viljormur Davidsen (L) - Andrass Johansen, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Sølvi Vatnhamar - Jóan Símun Edmundsson

Talan er aftur um eina 5-4-1 leikskipan og eitt verjukent lið, har ein av allarbestu verjuspælarunum í Íslandi í ár og í Føroyum í fjør aftur byrjar á sentrala miðvøllinum.

Ungi Andrias Edmundsson fær afturval sum ein av trimum miðverjunum. Hann avrikaði væl í Kekkia í síðsta mánaða, har Føroyar taptu 1-0. Jóannes Kalsø Danielsen verður á høgra vongbakki, og Andras Johansen beint frammanfyri hann.

[object Object]
Bárður á Reynatrøð hitar upp í Póllandi. Víkinga-málvejin spældi ein góðan dyst í Norðurmakedónia fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Jóannes Kalsø Danielsen til venjing á Ullevaal í 2019. Hann var nógv við landsliðnum í 2019 og 2020 - síðani hevur klaksvíkingurin ikki verið millum teir føst, og byrjar hann ógvuliga sjálvdan (Mynd: Sverri Egholm)

Leirvíkingurin Bárður á Reynatrøð spælir sín A-landsdyst nummar tvey - hann vardi eisini málið í venjingardysti í mars. Harvið eru fýra spælarar, ið ógvuliga sjálvdan byrja inni á landsliðnum við frá byrjan í Oslo. Hørður Askham er eisini aftur eftir leikbann síðsta dyst.

Dysturin sæst á heimasíðuni hjá KVF (stroyming), og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

Les eisini: Stór uppgáva í kuldanum í Oslo

Á bonkinum hjá Føroyum: Mattias Lamhauge, Bjarti Vitalis Mørk, René Shaki Joensen, Ári Mohr Jónsson, Sonni Ragnar Nattestad, Mads Boe Mikkelsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Adrian Justinussen, Jóannes Bjartalíð, Hanus Sørensen, Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen og Pætur Petersen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder