Fótbóltur

Stór uppgáva í kuldanum í Oslo

Hóast tað er venjingardystur, so er rímiliga nógv uppá spæl hjá føroyska A-landsliðnum við monnum í Noreg.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2023-11-16 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 17 fara føroyingarnir í eldin í norska høvuðsstaðnum. Talan er um venjingardyst, men teir á føroyska liðnum vilja og skulu vísa nakað, nú árið nærkast endanum - eitt ár har Føroyar sum so bara hava havt tungar dystir.

Sí eisini: 
Viljormur: - Skulu hugsavna okkum um avrikið
Sølvi: - Hava ikki rokkið okkara málum í ár
Nýggjur møguleiki í Noreg

Tað kann eisini gerast tungt í kuldanum í Oslo í kvøld. Noreg er millum annað liðformannin Martin Ødegaard fyriuttan, og ivasamt er, um Erling Håland fer at spæla nakran serligan leiklut.

Norska liðið hevur tó góða styrk, og Føroyar skulu bæði standa væl ímóti og eisini royna at skapa meira enn í undanfarnu dystum. Helst vera ymiskar broytingar, í mun til "fasta liðið" hjá Føroyum.

Tað kann væntast, at beint undir 10.000 áskoðarar vera til staðar á Ullevaal. Tað verður kalt - nøkur minusstig. Kringvarpið vísir dystin á heimasíðu sínari, og FM1 sigur frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder