Fótbóltur

Nýggjur møguleiki í Noreg

Ein spurningur er, hvussu nógv Håkan Ericson og toymi blanda kortini til dystin í morgin. Seinastu dagarnar hevur liðið fyrireikað seg í Oslo.

Føroyska A-landsliðið hjá monnum hevur ikki heilt fingið tað at hingið saman seinastu mánaðirnar, hóast man til dømis ikki var langt frá at fáa stig í Kekkia í oktober (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska A-landsliðið hjá monnum hevur ikki heilt fingið tað at hingið saman seinastu mánaðirnar, hóast man til dømis ikki var langt frá at fáa stig í Kekkia í oktober (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-15 11:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur seinastu dagarnar fyrireika seg til tær báðar seinastu uppgávurnar í ár, har tann fyrra er venjingardystur í Oslo. 

Noreg tekur ímóti á tjóðarleikvøllinum í annaðkvøld - helst uttan sínar stóru stjørnur. Føroyar hava millum annað besta spælaran í næstbestu norsku deildini í hópinum. Jóannes Bjartalíð hevur fingið eina rúgvu av heiðrum seinastu tíðina fyri síni avrik í Fredrikstad. Har eru hann og Brandur Hendriksson Olsen fastir menn, og næsta ár skulu teir spæla í fremstu røð í Noreg. Talan er um eina deild, sum í løtuni er styrkismett sum nummar 16 í Evropa. 

Les eisini: Bjartalíð var tann besti

[object Object]
Jóannes Bjartalíð í landsdystinum í Kekkia í síðsta mánaða, har heimaliðið vann eftir brotsspark í 75. minutti (Mynd: Sverri Egholm)

Bjartalíð og Brandur eru eisini millum profilarnir á føroyska landsliðnum, ið skal finna útav at skapa meira í spælinum frameftir. Báðir spældu sunnudagin - skálvíkingurin 85 minuttir og klaksvíkingurin heilan dyst - tá liðið hjá Mikkjali Thomassen helt gullveitslu í Fredrikstad. Spurningurin er so, hvussu nógv hesir spæla í Noreg í morgin.

Tá talan er um venjingardyst, so er upplagt at royna eitt sindur meira enn vanligt. Føroyar hava eisini undankappingardyst í Albania mánadagin. Talan er um ein dyst, sum kann gerast tungur, og hóast hann ikki hevur so nógv ítøkiligt at siga fyri Føroyar, so snýr tað seg um sjálvkensluna og at royna at enda væl. Uppgerðin í Albania kann eisini fáa stóran týdning fyri sjálvan bólkin. Hann kann til dømis gerast avgerandi fyri, um albanar skulu til EM-endaspælið næsta ár.

René Shaki Joensen vandi við í gjár, men er framvegis í gongd við at koma fyri seg eftir at hava brákað eitt rivjabein. Hann spælir allarhelst ikki í morgin, so lagt er upp til, at Jóannes Kalsø Danielsen ella Hanus Sørensen spæla á høgra bakki.

Summir spælarar í føroyska hópinum hava ikki spælt serliga nógv seinastu ferðirnar, og Adrian Rúnason Justinussen og Mads Boe Mikkelsen eru við, í mun til seinast. Upplagt er, at teir fáa nakað av spælitíð á túrinum. Tað kann væntast, at Bárður á Reynatrøð fer at verja føroyska málið í Oslo í morgin.

[object Object]
Bárður á Reynatrøð hevur verið í landsliðshópinum seinasta árið. Hann hevur higartil bert spælt í venjingardysti í Norðurmakedónia (1-0). Leirvíkingurin hevur havt eina ógvuliga góða seinnu hálvu saman við liðfeløgunum í Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Adrian Justinussen er higartil bert skrásettur fyri ein A-landsdyst. Vongurin við vandamikla høgra beininum er eftir nakrar góðar mánaðir við HB í hópinum fyri fyrstu ferð í 20 mánaðir (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

[object Object]Nógvir vilja sleppa framat á føroyska landsliðnum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

[object Object]
Håkan Ericson og toymi skulu taka ymiskar avgerðir næstu dagarnar. Seinasta dagarnar hava teir havt venjingar í Noreg - í grasi og kuldi og á graslíki í innandurahøll (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Føroyar hava skorað tvey mál í átta dystum í ár. Tað er ov sjálvdan eydnast at veruliga hótta málið hjá mótsstøðuliðnum. Tað er heilt víst nakað, sum man hugsavnar seg um, hóast talan er um tvær truplar uppgávur á útivølli. Nations League er á skránni næsta ár.

Føroyska liðið venur nú seint fyrrapartin á Ullevaal í Oslo, har fyrsta bríksl verður klokkan 17 føroyska tíð. Kringvarpið stroymir dystin. Portalurin kemur á staðið í norska høvuðsstaðnum seinnapartin, har vit fara at framleiða ymiskt tilfar.


Dystarskráin:

16. november, Oslo
Noreg - Føroyar (Venjingardystur)

20. november, Tirana
Albania - Føroyar (EM-undankappingardystur)

Les eisini: 
Noreg og Albania á skránni næstu vikuna

Hópurin: 

Málverjar: 
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB

Verjuspælarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Odmar Færø, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)

Miðvallarar:
Adrian Rúnason Justinussen, HB
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Andrass Johansen, B36
Jóannes Bjartalíð , Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hanus Sørensen, HB
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)

Áleyparar: 
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Petur Knudsen, El Paso (USA)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder