Føroyar hava í ár spælt átta dystir og tapt sjey av teimum. Ein er endaður við javnleiki. Tað var ársins fyrsti dystur, sum var í Moldova (1-1).
Samanlagt eru 14 mál farin inn, og tvey eru skoraði. Sum heild hevur liðið hjá Håkani Ericson havt torført við at skapa málmøguleikar.
Í løtuni fyrireikar liðið seg til seinastu uppgávurnar. Meginparturin av hópinum hevði nakrar venjingar saman á Tórsvølli í síðstu viku, og síðani sunnudagin seinnapartin hava føroyingarnir verið saman í Oslo.
Sí eisini: Skulu royna at enda árið væl
Venjingardystur er á skránni í norska høvuðsstaðnum hósdagin klokkan 17. Fríggjadagin gongur leiðin so til Albania. Mánakvøldið taka albanar, ið allarhelst skulu til EM næsta ár, ímóti.
Portalurin verður í Oslo í morgin og síðani við á túrinum víðari.
Dystarskráin:
16. november, Oslo
Noreg - Føroyar (Venjingardystur)
20. november, Tirana
Albania - Føroyar (EM-undankappingardystur)
Hópurin:
Málverjar:
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Verjuspælarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Odmar Færø, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Miðvallarar:
Adrian Rúnason Justinussen, HB
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Andrass Johansen, B36
Jóannes Bjartalíð , Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hanus Sørensen, HB
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Áleyparar:
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Petur Knudsen, El Paso (USA)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald