Fótbóltur

Skulu royna at enda árið væl

Føroyska manslandsliðið spælir venjingardyst í Noreg 16. november og seinasta EM-undankappingardystin á hesum sinni í Albania 20. november..

Håkan Ericson tók hópin út í dag. Okkurt var, sum man var bilsin av, men ikki so nógvar broytingar sum heild (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson tók hópin út í dag. Okkurt var, sum man var bilsin av, men ikki so nógvar broytingar sum heild (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-06 21:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið eitt tungt ár hjá føroyska A-landsliðnum, men nú hava menninir hjá Håkani Ericson møguleikan at enda væl.

Landsliðsvenjarin kunngjørdi á tíðindafundi fyrrapartin hópin til tær báðar seinastu dystirnar. Tað var serliga undranarvert, at Teitur Matras Gestsson og Gilli Rólantsson Sørensen ikki vóru á listanum. Hjá fyrrnevnda, sum ikki hevur verið við seinastu ferðirnar vegna skaða, er talan um eitt slag av avtalu við Håkan Ericson, meðan Gilli er frávaldur til hópin vegna vantandi dystarvenjing og økta kapping.

Sí eisini: Adrian er aftur á landsliðnum

Teir nýggju spælararnir í hópinum - Adrian Rúnason Justinussen og Mads Boe Mikkelsen - hava sínar sereginleikar í álopskenda spælinum. Venjarin vísti eisini á, at liðið skal skapa meira frameftir vøllinum; tað skal leiða til málmøguleikar og helst mál.

Hópurin: 

Málverjar: 
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB

Verjuspælarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Odmar Færø, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)

Miðvallarar:
Adrian Rúnason Justinussen, HB*
Mads Boe Mikkelsen, KÍ*
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Andrass Johansen, B36
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hanus Sørensen, HB
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)

Áleyparar: 
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Petur Knudsen, El Paso (USA)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)

*Nýggir í hópinum



Dystarskráin:
16. november, Oslo
Noreg - Føroyar (Venjingardystur)

20. november, Tirana
Albania - Føroyar (EM-undankappingardystur)

Dysturin móti Noreg kann gerast eitt gott høvi at royna seg móti Premier League- og heimsstjørnum. Har fara Føroyar eisini at royna ymiskt. Dysturin í Tirana kann gerast tungur: Tekniskt sterku albanararnir eru á odda í bólkinum.

Ein partur av landsliðnum hevði felagsvenjing við U21-landsliðnum í kvøld. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder