Fredrikstad hevur havt eitt frálíkt kappingarár. Føroyingafelagið vann næstbestu norsku deildina rímiliga trygt, og við Mikkjali Thomassen á odda skal felagið spæla í fremstu røð fyri fyrstu ferð síðani 2012.
Tveir føroyskir spælarar hava eisini gjørt mun á vøllinum. Brandur Hendriksson Olsen er komin fyri seg seinastu mánaðirnar, og skálvíkingurin skoraði, tá Fredrikstad tryggjaði sær 1. plássið.
Jóannes Bjartalíð hevur helst verið mest umráðandi spælarin hjá liðnum - í øllum førum í álopspartinum. Ellivu mál og sjey upplegg gevur samanlagt eitt tal av málstigum, sum er millum trý tey hægstu í Eliteseriuni, og toppskjúttin hjá Fredrikstad varð valdur sum ársins spælari í felagnum.
Føroyingurin var tann mest fagnaði spælarin í Fredrikstad sunnudagin (Mynd: Fredrikstad)
27-ára gamli klaksvíkingurin fekk eisini uppaftur størri heiður, í samband við gullveitsluna í Fredrikstad sunnudagin. Í síðstu viku varð hann kosin besti spælari í OBOS-deildini fyri oktober, og sunnudagin fekk Jóannes Bjartalíð almennn heiður sum besti spælari fyri alt árið í deildini.
Hetta er ógvuliga flott av klaksvíkinginum, ið eisini var valdur sum ársins keyp á ársins OBOS-liðið hjá serfrøðingunum.
- Årets spiller og årets signering. Landslagsspilleren fra Færøyene har skutt FFK tilbake til Eliteserien.
Hetta er fyri fyrstu ferð spælir fast uttanfyri Føroyar - í einari deild sum er sterkari enn Betrideildin.
Jóannes Bjartalíð varð valdur sum ársins spælari í Betrideildini í 2019. Nú hevur hann fingið fleiri heiðrar í Noreg, har hann og liðfelagirnir næsta ár skulu royna seg í Eliteseriuni. Tann deildin er styrkismett sum nummar 16 í Evropa í løtuni.
Fyrsta skulu Jóannes og Brandur hugsavna seg um tær báðar seinastu uppgávurnar við A-landsliðnum í ár. Tann fyrra er júst í Noreg - Føroyar spæla á Ullevaal í Oslo hósdagin, og fyrireika seg í løtuni saman í norska høvuðsstaðnum.
Les eisini: Noreg og Albania á skránni næstu vikuna
Portalurin verður á staðnum í Oslo frá í morgin.
Uppflyting og nógv at fegnast um hjá Jóannesi í Noreg. Í fjør varð hann kosin ársins landsliðsspælari, og nú hevur álopskendi klaksvíkingurin landsliðsuppgávur á skránni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald