
Jóannes Bjartalíð skifti síðsta vetur KÍ út við Fredrikstad. Eitt stressbrot í fótinum forðaði fyri einari smidligari og góðari byrjan, men serliga í seinnu hálvu hevur Bjartalíð blómað.
27-ára gamli klaksvíkingurin hevur spælt 27 dystir í OBOS-deildini og hevur 18 málstig. Eingin hevur fleiri mál og upplegg samanlagt enn føroyski landsliðs miðvallarin, sum nú er valdur til besta spælarin í næstbestu norsku deildini fyri oktober. Heiðurin er serliga bygt á ymisk hagtøl.
Jóannes Bjartalíð hevur verið mest umráðandi spælari í álopspartinum hjá Fredrikstad, sum síðsta vikuskifti tryggjaði sær 1. plássið. Tá var Brandur Hendriksson Olsen ein av málskjúttunum.
Liðið hjá Mikkjali Thomassen kann hátíðarhalda uppflytingina og gullið á heimavølli sunnudagin. Síðani bíðar ein annar veruleiki í bestu norsku deildini, sum væl og virðiliga er í ovaru hálvu av fremstu deildunum í Evropa.
Spennandi verður hvussu tað eydnast hjá millum annað Jóannesi at taka stigið upp. Eftir síðsta umfar í OBOS-deildini sunnudagin skulu hann og Brandur Hendriksson tó fyrst hugsavna seg um landsliðsuppgávur. Føroyar spæla venjingardyst í júst Noreg hósdagin. Mánadagin 20. november er undankappingardysturá skránni í Albania.
Besti spælari í næstbestu norsku deildini í dysti í Kekkia fyri nøkrum vikum síðani. Í næstu viku skal vinstrabeint og skapandi spælarin í landsliðsbúnan aftur (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald