Fótbóltur

Eingin Ødegaard - ivasamt um Haaland spælir

Tað er sannlíkt, at føroyska landsliðið hósdagin skal spæla móti einum norskum liði, sum er sínar stóru stjørnur fyriuttan.

- Manchester City hevur ikki sett nakra avmarking á spælitíðina hjá Erling, men tað er eingin loyna, at hann hevur spælt ógvuliga nógvar dystir í ár, og vit umhugsa at spara hann móti Føroyum, sigur Ståle Solbakken (Mynd: EPA)

- Manchester City hevur ikki sett nakra avmarking á spælitíðina hjá Erling, men tað er eingin loyna, at hann hevur spælt ógvuliga nógvar dystir í ár, og vit umhugsa at spara hann móti Føroyum, sigur Ståle Solbakken (Mynd: EPA)

2023-11-14 16:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir eru millum teir bestu spælararnar í Premier League - profilar á liðunum sum endaðu nummar eitt og tvey í fjør - og íhvussu er annar kann lýsast sum ein verulig heimsstjørna. 

Erling Braut Håland var ein av størstu lyklaspælarunum í "The Treble" kappingarárinum hjá Manchester City, og liðformaðurin hjá størstu Premier League-avbjóðarunum var skapandi miðvallarin Martin Ødegaard.

Hósdagin tekur norska landsliðið móti Føroyum til venjingardyst, men tað er longu greitt, at tað verður uttan Ødegaard. Liðformaðurin hjá Noreg hevur so at siga ikki spælt fyri Arsenal seinastu vikurnar. Hann varð kortini tikin út, tí læknatoymið í London skuldi gera eina roynd, men í gjár staðfesti Ståle Solbakken, at Martin Ødegaard varð noyddur at geva avboð.

[object Object]
Neyðugt var hjá Martini Ødegaaard at geva avboð (Mynd: EPA)

[object Object]Ståle Solbakken - her sum FCK-venjari - í góðum lag saman við Ole Gunnar Solskjær. Tað er tó ikki heilt eisn gott fótbóltslag kring norska landsliðið nú (Mynd: EPA)

Norski landsliðsvenjarin er heldur kroystur. Tað hevur ikki verið eitt gott ár, og Solbakken sigur sjálvur við TV2, at hann ikki hevur eina framtíð í starvinum, uttan so at Noreg spælir seg til HM-endaspælið í 2026. 

Dystirnir móti Føroyum og Skotlandi hava sum so einki ítøkiligt at siga. Noreg kann bert koma til EM-endaspælið næsta ár við nógvari hjálp og einum samanlagdum sigri í play-off dysti. Solbakken ætlar at royna ymiskt móti Føroyum hósdagin - millum annað spælir norska liðið møguliga uttan Håland

- Manchester City hevur ikki sett nakra avmarking á spælitíðina hjá Erling, men tað er eingin loyna, at hann hevur spælt ógvuliga nógvar dystir í ár, og vit umhugsa at spara hann móti Føroyum, sigur Ståle Solbakken.

Næstbesti áleyparin hjá Noregi, Alexander Sørloth, noyddist at geva avboð vegna skaða. Real Sociedad-spælarin skoraði tvey mál, tá Føroyar og Noreg spældu á Ullevaal í EM-undankappingardysti fyri fýra árum síðani.

Londini hittast aftur á norska tjóðarleikvøllinum hósdagin 16. november klokkan 17. Kringvarpið stroymir dystin - Portalurin er við á ferðini.

Norski hópurin: 

Málverjar: Mathias Dyngeland, Egil Selvik, Viljar Myhra

Verjuspælarar: Stefan Strandberg, Kristoffer Ajer, Stian Gregersen, Marcus Holmgren Pedersen, David Wolfe, Fredrik Bjørkan, Leo Skiri Østigård

Miðvallarar: Fredrik Aursnes, Patrick Berg, Sander Berge, Oscar Bobb, Mohamed Elyounoussi, Aron Dønnum, Ola Solbakken, Kristian Thorstvedt, Hugo Vetlesen

Áleyparar: Bård Finne, Erling Braut Haaland, Jørgen Strand Larsen



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder