Í AB verður bygt upp við egnum tilfeingi. Eftir upplytingina í 2017 var lítil broyting í hópinum, men unga AB liðið varðveitti sessin í deildini. Ein av lyklaleikarunum í fjør var Bárður Olsen, ið spældi 26 dystir í Betrideildini. Hann leggur dent á, hvussu tað verður sæð upp á menningina á liðnum í felagnum.
- Á Argjum verður satsað uppá egið folk. Vit royna at byggja eitt nýtt lið upp og halda upp á leikararnir. AB hevur ikki pengarnar, sum onnur feløg hava, og tað motiverar okkum at hyggja frameftir og royna at gera AB til eitt støðugt lið í bestu deildini.
Bárður hevur nógv rósandi orð til rumenska venjaran, Sorin Anghel, ið hevur verið í Føroyum alla hesa øldina:
- Sorin gevur nógv, og fyrst og fremst hevur hann tilrúgv. Hann trúði uppá tað allan vegin í fjør; sjálvt tá tað sá svartast út. Hann hevur sín máta at gera tingini uppá. Sorin fær leikararnar at føla, at teir eru góðir nokk og kunnu hótta ovaru liðini og vinna við at spæla sítt spæl. Allir dáma hann, og tað hjálpir, at hann veit hvat skal til, við at hann hevur vunnið so nógv sum leikari, spælt í Evropa o.a. Tað gevur nógva virðing millum leikararnar.
33-ára gamli Bárður Olsen hevur sjálvur sera nógvar royndir sum leikari. Miðvallarin úr Haldórsvík hevur leikt 341 dystir í fremstu deildini. Hann hevur millum annað vunnið tvey FM-heiti; eitt við barndómsfelagnum EB/Streymi og eitt við HB. Hann metir, at hann kann heilt víst hjálpa AB við sínum royndum:
- Eg havi eins og Sorin vunnið ymiskt og spælt í bestu deildini leingi. Eg royni at hjálpa teimum ungu her á Argjum og geva mínar royndir víðari. Eg havi nakrar dygdir á vøllinum, ið kunnu hjálpa og geva liðnum ró. Eg eri elsti maður á liðnum, og vil ganga á odda.
Tað var ivasamt, um Bárður fór at spæla fyri AB sætta árið á rað. Men at enda gjørdist partarnir samdir:
- Tað kom til, at eg gjarna vil sleppa at spæla fótbólt. Eg havi vant sera hart í vetur, tapt fleiri kilo og føli meg fyri fyrstu ferð í fleri ár í veruligum formi. Eg føldi, at eg ikki var klárur at gevast.
Fyri Bárð og AB er málið klárt, men royndi miðvallarin ynskir, at liðið stendur seg eitt sindur betur enn í fjør, har AB megnaði at sleppa undan niðurflyting á seinasta leikdegi:
- Málið er framvegis tað sama sum í fjør – vit skulu yvirliva í Betrideildini. Í fjør vóru vit nakað heldigir, tí vit endaðu nummar 9 og komu á tað plássið í seinastu løtu. Verjuparturin skal betrast, og serliga í álopspartinum skulu vit vísa framgongd; vit skoraðu bert 16 mál í fjør. Vit siga ikki, at vit skulu enda nummar fimm ella seks, men tað skal ikki vera sum í fjør. Um vit fáa eitt 8. pláss, so er tað flott – so kunnu vit øll vera nøgd her úti.
Les eisini:
Stefan Radosavljevic: Eri ikki bangin fyri at ganga á odda
Rógvi Egilstoft Nielsen: Maður kemur í mans stað
Fótbóltur
Bárður Olsen: Eri veruliga í form fyri fyrstu ferð í fleiri ár
33-ára gamla miðvallarin er til reiðar at hjálpa AB, ið byggir upp við egnum fólki. Bárður rósar venjaranum, og sigur at yvirliving er aftur málið á Argjum.
Bárður Olsen og AB sikta eftir einum 8. plássi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
2019-03-07 09:03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald