
Í vikuskiftinum byrjar Faxe Kondi steypakappingin. Hjá monnum er ein av fyrstu dystunum endurtøka av steypafinaluni í fjør, tá Neistin í seinastu sekundunum tryggjaði sær steypið í finaluni móti grønu grannunum.
Kyndil hevur havt eitt haltandi kappingarár í landskappingini: 8 stig í 12 dystum og eitt venjaraskifti er farið fram. Tí verður satsað nógv uppá at koma í hálvfinaluna í steypakappingini, og til at styrkja Kyndils-liðið kemur 21-ára Bartal Klein Olsen aftur at spæla nakrar dystir. Hetta váttar Bartal fyri Portalinum
Síðani hann flutti niður í lestrarørindum í august hevur Bartal Klein Olsen spælt fyri ÍF Føroyar. Í dag skal til seinastu próvtøkuna hetta semestri, og tí liggur væl fyri hjá Bartali at koma til Føroyar at spæla við í steypakappingini. Hann verður sostatt við teir tríggjar dystirnar í bólkaspælinum (umframt móti Neistanum eru teir móti Team Klaksvík og StÍF)
Bartal sigur, at um Kyndil kemur í hálvfinalurnar verður hann eisini tøkur at spæla fyri barndómsfelagið tá.
Bartal Klein Olsen hevur ikki spælt nakran almennan landsdyst, men var við landsliðnum í venjingardysti móti Bjerringbro-Silkeborg í august.
Her er skráin fyri Faxe Kondi steypakappingina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald