Fótbóltur

Bartal Wardum hevur gjørt nýggjan sáttmála við barndómsfelagið

26-ára gamli miðverjin hevur verið stinnur í ár, og greitt er nú at steypavinnarin heldur fram í reyðum og svørtum til og við 2025.

Bartal Wardum og HB-viðhaldsfólk kundu fegnast um Løgmanssteypið leygarkvøldið. Nú hevur hann gjørt nýggjan sáttmála við felagið (Mynd: Sverri Egholm)

Bartal Wardum og HB-viðhaldsfólk kundu fegnast um Løgmanssteypið leygarkvøldið. Nú hevur hann gjørt nýggjan sáttmála við felagið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-07 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Góð tíðindi til HB-fjepparar í dag: Bartal Wardum hevur longt sáttmálan við barndómsfelagnum, so at hann nú er galdandi til kappingarenda 2025.

Hetta hevur felagið kunngjørt á sínari Facebook-síðu. Bartal spældi leygarkvøldið 120 minuttir, tá HB helt málið reint í finaluni um Løgmanssteypið. Kvøldið á Tórsvølli endaði við, at Bartal Wardum og liðfelagirnir kundu fegnast um steypagull eftir brotssparkskapping.

[object Object]
Hann fekk tíðiliga eitt gult kort, men Bartal Wardum stóð annars sterkur í myndini í steypafinaluni (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Hann kom inn á besta liðið hjá HB sum bert 16-ára gamal og breyt skjótt ígjøgnum. Sterki miðverjin er nú skrásettur fyri yvir 250 dystir fyri fremsta liðið, og hevur nummar 17 í tí tíðini vunnið trý føroyameistaraheiti og Løgmanssteypið tríggjar ferðir.

Bartal hevur spælt tveir A-landsdystir. Hann varð úttikin í oktober eftr nøkur ógvuliga sterk avrik - í byrjanini av kappingarárinum var miðverjin darvaður av skaða. Bartal Wardum var ein av teimum báðum, ið ikki fekk endurval til dystirnar í Noreg og Albania. Nakað sum tykiskt heldur løgið tí hann hevur hildið stigi í avrikunum, og tað hevi kanska verið upplagt, at Bartal Wardum slapp at vísa seg í venjingardystinum í Noreg. Grundgevingin hjá Håkani Ericson var, at hann vildi hava fleiri álopskendar spælarar við.

Nú hava Bartal Wardum, Teitur Matras Gestsson, Hanus Sørensen, Viljormur Davidsen og Áki Samuelsen sáttmála við HB fyri næsta ár. Tað er ikki greitt, hvør verður høvuðsvenjari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder