placeholder
Fótbóltur

Bayern leigar Coutinho

Týska stórfelagið hevur møguleikan at keypa Coutinho fyri yvir 100 milliónir evrir komandi ári.

(Mynd: Bayern Munchen)

(Mynd: Bayern Munchen)

2019-08-19 14:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Barcelona váttaði í morgun, at Philippe Coutinho er útleigaður til Bayern Munchen komandi kappingarárið. Keypsmøguleiki fyri £109.8m er knýttir uppí.

Bayern rindar eina lítla upphædd, beint undir 8 milliónir evrir, fyri at lána Coutinho. Týska felagið skal tó rinda lønina hjá brasiliumanninum.

Coutinho varð keyptur fyri heili146 milliónir pund í januar 2018. Hann hevur tó ongantíð heilt sligið til á Camp Nou, har álopskendi leikarin javnan verið buh'aður. Hann spældi tó eitt frálíkt Copa America, har Brasil vann gull á heimavølli. 

Leikarin ið fær troyggjunummar 10 hjá Bayern, sær fram til at royna nakað nýtt í einum nýggjum landi. Hann var til læknakanning í gjár og varð avdúkaður í dag. 

 
 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder