Fótbóltur

Bayern smurdi Tottenham av á útivølli

Á Santiago Bernabéu megnaði Club Brügge javnleik móti Real Madrid, meðan Bayern vann heili 7-2 á Tottenham Hotspur Stadium.

Serge Gnabry skoraði fýra mál fyri Bayern í kvøld. (Mynd: Getty Images)

Serge Gnabry skoraði fýra mál fyri Bayern í kvøld. (Mynd: Getty Images)

2019-10-01 22:24 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Á Santiago Bernabeu var Real Madrid stórfavorittur, tá Club Brügge vitjaði. Men gestirnir tóku øll á bóli, tá teir fóru til hálvleik við eini 0-2 leiðslu, eftir tvey mál frá Emmanuel Dennis.

Men Real Madrid megnaði at forða fyri tí heilt stóru vanlukkuni, hóast javnleikur var eitt stórt vónbrot, tá teir fingu tvey mál í seinna hálvleiki. Tað var liðskiparin Sergio Ramos og Casemiro ið skoraðu fyri Real Madrid.

Tað var lagt upp til spennandi dyst á Tottenham Hotspur Stadium, har Bayern var á vitjan í kvøld. Men tann dysturin endaði við einum stórsigri til gestirnar.  

Tottenham byrjaði dystin væl, og var greitt omaná fyrstu tíggju minuttirnar, har teir eisini løgdu seg á odda við máli Frá Son Heung-Min. Men Bayern svaraði skjótt aftur við málið frá Joshua Kimmich. Í síðsta minutti av fyrra halvleiki legði Robert Lewandowski Bayern á odda 2-1.

Í seinna hálvleiki var talan um sanna mál veitslu, har tað komu heili seks mál. Fyrst skoraði Serge Gnabry tvær ferðir fyri Bayern, áðrenn Harry Kane Minkaði um munin við brotssparki. Men tað lukkaðist ikki Spurs at koma nærri javnleikinum, ístaðin skoraðu týskararnir trý mál afturat. Tvey av teimum skeyt Gnabry, ið sostatt skoraði fýra mál í kvøld, meðan Lewandowski skoraði eitt afturat.     

Á Heimavølli vann Manchester City 2-0 ímóti Dinamo Zagreb. Málini hjá City skoraðu Raheem Sterling og Phil Foden.

Úrslitini í Champions League í kvøld

Atalanta – Shaktar 1-2

Real Madrid – Club Brugge 2-2

Galatasaray – PSG 0-1

Juventus – Leverkusen 3-0

Lokomotiv Moskva – Atletico Madrid 0-2

Manchester City – Dinamo Zagreb 2-0

Reyða Stjørna – Olympiakos 3-1

Tottenham – Bayern München 2-7

Dystirnir í morgin

Genk – Napoli

Slavia Prag – Dortmund

FC Barcelona – Inter

Lille – Chelsea

Liverpool – Salzburg

RB leipzig – Lyon

Valencia – Ajax

Zenit - Benfica

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder