Fótbóltur

Beinleiðis sjónvarp: Bangladesj - Føroyar

Talan er um oddadyst í U16-kappingini, tá Føroyar nú klokkan 11 skulu dystast við vertirnar á tjóðarleikvøllinum í Dhaka.

Føroysku dreingirnir kundu fegnast um heili 10 mál í Dhaka hósdagin (Mynd: FSF)

Føroysku dreingirnir kundu fegnast um heili 10 mál í Dhaka hósdagin (Mynd: FSF)

2019-10-18 10:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bæði Bangladesj og Føroyar byrjaðu kappingina við sigri í FIFA Menningarkappingini mikudagin. Vertirnir vunnu 2-0 á Kambodja, og Føroyar vunnu heili 10-3 á Maldivoyggjunum, ið allarhelst er veikasta liðið í kappingini.

Les eisini: 10-3 í fyrstu føroysku royndini í Bangladesj

Føroysku dreingirnir fáa í hesum døgum eina heilt øðrvísi uppliving, og í dag er aftur ein spennandi avbjóðing á skránni.

Til ber at síggja dystin, sum byrjar klokkan 11 føroyska tíð her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder