Tað var ein púra ókendur faktorur, ið føroysku U16-dreingirnir stóð yvirfyri á tjóðarleikvøllinum í Bangladesj í dag. Føroyar og Maldivoyggjarnir spældu fyrsta dystin í menningarkappingini hjá FIFA fyri U16-landslið, har Føroyar eru evropeiska umboðið. At føroyingar ikki vistu heilt, hvat tað var, sum teir møttu, sást fyrstu løtuna. Tað tók eina løtu at koma í gongd, og longu eftir stórar fimm minuttir varð eitt føroyskt mistak í uppspælinum revsað. Eftir 20 minuttir varð 2-0 til dreingirnar úr serstaka oyggjalandinum í indiska havinum.
Ungu menninir úr Atlanshavinum fullu tó ikki í fátt. Fimm minuttir eftir 2-0 málið trekti Áki Samuelsen úr FC Midtjylland væl til baklinjuna í vinstru og legði bóltin útfrá til Tóka á Lógv úr KÍ, ið setti hann fyrstu ferð í málið. Beint eftir hetta javnaði Tóki, og beint eftir at hálvur tími var leiktur, skoraði Áki sjálvur. Føroyar fingu fatur á bóltinum á hálvuni hjá Maldivuoyggjunum og so gekk skjótt. Áki tók aftur eitt gott trekk, og beint við brotsteigarmarkið smekkaði hann bóltin inn við vinstra beininum og so vóru Føroyar á odda. Beint fyri hálvleik staðfestu føroyingar yvirvágina eftir eitt gott horna, sum Jákup Andrias Thomasen úr Víkingi skrúvaði inn úr vinstru, og Mourits Bisgaard setti fótin á.
Comeback'ið fekk eitt afturslag tíðliga, har Føroyar aftur gjørdu eitt mistak í uppspælinum, og so var 3-4. Liðið hjá Áka Johansen kom tó skjótt aftur á kósina, tá Ejvind Restorff Mouritsson úr HB væl stútaði frísparksinnlegg frá Jákup Andriasi í málið. Føroyar høvdu nú av álvara sett seg á dystin og spældu væl. 6-3 málið var eitt sera gott skot upp í longra málhornið frá Jóhan Højbro beint innanfyri brotsteigarmarkið í høgru.
Til ber at síggja allan dystin her
Bæði liðini gjørdu fleiri útskiftingar hesa løtuna, og tað var meira til gangs fyri Føroyar. Maldivuoyggjarnar høvdu trupulleikar í verjupartinum, og seinasta korterið skoraði Heini Fossdalsá Sørensen hattrick. Miðvallarin, ið saman við Áka, skifti úr HB til FC Midjylland í fjør, og skoraði tvey trygg brotsspørk og eitt sera gott beinleiðis fríspark. Mourits, ið eisini spælir í donskum fótbólti, skoraði sítt seinna mál – aftur eitt hornainnlegg úr vinstru.
10-3 lýsir væl munin; serliga í 2. hálvleiki. Føroyar søktu eftir málinum og tyktust at vera væl betri fyri enn mótsstøðuliðið. Næsta uppgávan er vertstjóðin Bangladesj fríggjadagin klokkan 11.
FIFA Menningarkapping
Dhaka National Stadium, Bangladesh, 16. Oktober
Føroyar – Maldivoyggjarnar 10-3 (3-2)
0-1
0-2
1-2 Tóki á Lógv
2-2 Tóki á Lógv
3-2 Áki D. Samuelsen
4-2 Mourits B. Bisgaard
4-3
5-3 Ejvind Restorff Mouritsson
6-3 Jóhan Højbro
7-3 Heini F. Sørensen (br.)
8-3 Mourits B. Bisgaard
9-3 Heini F. Sørensen (br.)
10-3 Heini F. Sørensen
Føroyska liðið frá byrjan (4-2-3-1): Fayo Kruse, Elias Isaksen, Mourits B. Bisgaard, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Sigurð Rasmussen - Ejvind Restorff Mouritsson, Heini Fossdalsá Sørensen – Jóhan J. Højbro, Jákup Andrias Thomsen, Áki Debes Samuelsen – Tóki Hanusarson á Lógv
Sverri Mariusarson, Rani Wenningsted Sørensen, Silas Gaard, Rói W. Fossabrúgv og Rógvi Eyðbjørnsson komu á vøllin fyri Føroyar
Venjarar: Áki Johansen og Jens Kristian Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald