2019-07-21 10:45
Føroyar spæla um eina løtu seinasta dystin í EM-kappingini í Litava. Hann verður leiktur ímóti Norður Makedónia, og vinnarin endar nummar fimm.
Føroyska liðið vann í gjár við tíggju málum á Georgia, og Norður Makedónia vann í tøttum dysti á Kosovo; eins og hjá Føroyum endaði tað við eitt-máls sigri ímóti Kosovo.
Føroyar eiga í løtuni deilda toppskjúttan í kappingini: Mariu Halsdóttir Weyhe við 31 málum.
Dysturin kann síggjast í leinkjuni omanfyri. Hann kann eisini síggjast á EHFTV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald