Fótbóltur

Beinleiðis sjónvarp: Grannadystur í Gundadali og klaksvíkingar á vitjan í Fuglafirði

Tveir dystir í Betrideildini verða leiktir í kvøld. HB-B36 (18:00) og KÍ-ÍF (19:00). Televarpið sjónvarpar dystirnar.

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-08-05 17:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir dystir verða leiktir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum í kvøld. Tríggir dystir vóru annars avgreiddir í gjár, men orsaka av at HB og KÍ hava spælt í Evropa League, eru síðstu dystirnir í umfarinum útsettir.

Í Gundadali er grannadystur millum HB og B36 meðan botnliðið ÍF tekur ímóti KÍ í Fløtugerði í Fuglafirði.

Televarpið stroymir báðar dystirnar, og teir síggjast við at keypa atgongd fyri 39 krónur ella við at hava stóra pakkan hjá Televarpinum.

Fylg við her

(Eisini ber til at fylgja við støðuni og málskjúttum og forsíðuni á Portalinum)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder