2019-09-20 19:50
Fyri løtu síðani vann B36 2-0 í finaluni hjá U18 gentum. Nú eru tað U21-liðini hjá HB og Skála, ið eiga pallin á Tórsvølli.
Áhugavert er tað, at talan er um eitt stórt og nógv vinnandi felag úr høvuðsstaðnum, har liðið spælir í A-bólkinum, og eitt felag av bygd, har liðið spælir í b-bólkinum, og sum sera sjálvdan hevur umboð í steypafinalunum - seinastu árini hevur samstarvsliðið EBS/Skála tó verið umboðað hjá kvinnum.
Sí dystin á stroyming hjá Kringvarpinum her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald