2019-04-14 14:30

Fult umfar verður leikt í fremstu fótbóltsdeildini hjá monnum.
Televarpið hevur keypt rættindini at sjónvarpa føroyskan fótbólt, og í dag verða allir dystirnir uttan tann í Klaksvík stroymdir.
Rás1 í Televarpinum sendir beinleiðis frá dystinum millum EB/Streym og AB klokkan 16, og hinir tríggir dystirnir síggjast á appini hjá Televarpinum ella á netinum.
Dystirnir kunnu síggjast fyri 39 krónur um ein ikki hevur Stóra pakkan í Televarpinum.
TB - HB (15:00)
ÍF - Skála (15:00)
KÍ - NSÍ (15:00) verður ikki stroymdur
Víkingur - B36 (15:00)
EB/Streymur - AB (15:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald