Fótbóltur

Beinleiðis sjónvarp: Her sært tú dystirnar í dag

Televarpið stroymir dystirnar (39 krónur).

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-05 14:30 Author image
Sverri Egholm

Fult umfar verður bríkslað í gongd í Betri deildini hjá monnum klokkan 15.

Í Hólmanum á Eiði tekur EB/Streymur ímóti føroyameistarunum úr HB, og á Argjum spæla AB og KÍ. Flúgvandi Skála-liðið tekur á heimavølli ímóti Víkingi, meðan B36 og uppflytararnir úr ÍF spæla í Gundadali. Við Stórá í Trongisvági spæla TB og NSÍ.

Allir dystirnir byrja klokkan 15, og Televarpið stroymir allar. Dystirnir kunnu síggjast við stóra haldinum frá Televarpinum, men kunnu eisini keypast fyri 39 krónur.

Fylg við her

(Annars ber til at fylgja dystunum í Betrideildini í dag á forsíðuni á Portalinum. Trýst á dystirnar fyri at síggja málskjúttar)

placeholder