Fótbóltur

Beinleiðis sjónvarp: KÍ - Riteriai og HB - HJK

KÍ (18:00) og HB (19:00) royna seg í Evropa League og Champions League í kvøld.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-07-16 17:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 18 bresta KÍ og FK Riteriai úr Litava saman í seinna dystinum í Europa League. Fyrri dysturin sum varð leiktur í Vilnius endaði 1-1, og tí er útgangsstøðið hjá KÍ gott undan seinna dystinum á Svangaskarði í kvøld.

Klokkan 19 tekur HB í Gundadali ímóti finsku meistarunum úr HJK Helsinki, sum vunnu fyrra dystin 3-0, hóast teir vóru ein maður í undirtali stóran part av dystinum.

Televarpið sjónvarpar báðar dystirnar, og atgongd kann keypast fyri 39 krónur fyri hvønn.

Keyp atgongd her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder