Fótbóltur

Beinleiðis sjónvarp: Síggj seinasta umfar í Betrideildini her

Televarpið stroymir allar dystirnar í dag (39 krónur).

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-26 11:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinasta umfar í bestu deildini í mansfótbólti endar í dag. Stóri spenningurin er í Havn, har FM millum B36 og KÍ verður avgjørt, men hóast hinir dystirnir ongan týdning hava, skulu teir sjálvsagt spælast.

Dystirnir millum Skála-EB/Streym og AB-HB byrja klokkan 12, meðan NSÍ-ÍF byrjar klokkan 12:30 og TB-Víkingur klokkan 13.

Dysturin millum B36 og KÍ byrjar klokkan 15.

Televarpið stroymir allar dystirnar, og til ber at keypa sær atgongd fyri 39 krónur um ein ikki hevur stóra haldið.

Stóra FM-finalan verður víst á Rás1, og sæst ókeypis á netinum við skrásettum brúkara á skipanini hjá Televarpinum.

Síggj dystirnar her

(Eisini ber til at fylgja við málskjúttum og úrslitum á forsíðuni á Portalinum)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder