2019-10-08 18:45
Útsetti dysturin millum Víking og KÍ verður bríkslaður í gongd klokkan 19. Hann skuldi spælast leygardagin, men orsaka av nógvum vindi fekk bólturin ikki ligið stillur á vøllinum. Avgerð var tí tikin um at útseta dystin.
Skal KÍ halda fast í B36 í FM-stríðnum er ein sigur eitt krav. Somuleiðis er sigur eitt krav hjá Víkingi, sum hevur seks stig upp til NSÍ og eitt pláss í Evropa.
Televarpið sendir dystin, og hann sæst við stóra haldinum hjá Televarpinum. Eisini ber til at keypa sær atgongd til dystin fyri 39 krónur.
Fylg við her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald