
Í hesari vikuni spæla KÍ og Víkingur heimadystirnar, sum eru fyrru dystirnir í 3. umfari í Conference League.
KÍ skal royna at koppa Nenan Grodno úr Hvítarusslandi og burdi havt ein fínan møguleika at gera tað. Liðini spæla á Tórsvølli í morgin, týsdagin 5. august klokkan 19.45.
Víkingur skal royna at gerast fyrsta føroyska liðið at sláa Linfield út. Norðurírska meistaraliðið vitjar føroymeistararnar á Tórsvølli hóskvøldið 7. august klokkan 19.
Víkingur fer eftir víðari luttøku í 3. umfari (Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur er styrkismett - KÍ fer at fáa væl sterkari mótstøðu enn til undanfarnu umfør
Nú er eisini greitt, hvørjum føroysku feløgini í kappingini kunnu spæla ímóti, um tey koma víðari til play-off umfari.
Hetta er seinasta umførini unndan deildarspælinum, og sigast má at KÍ skal nøkur stig upp í mótstøðu, um tað eydnast at koma víðari fyri triðju ferð.
Um Víkingur vinnur á Linfield, yvirtaka føroyameistararnir styrkismetingina hjá Linfield. Harvið eru størri møguleikar fyri at "raka rætt" í lutkastinum.
Sí meira og fylg lutakastinum HER
KÍ kann møta hesum í play-off:
1: Vinnarin av AZ Alkmaar (NED) vs FC Vaduz (LIE)
2: Vinnarin av RSC Anderlecht (BEL) vs FC Sheriff Tiraspol (MDA)
3: Vinnarin av FC Lugano (SUI) vs NK Celje (SVN)
4: Rayo Vallecano de Madrid (ESP)
5: Racing Club de Strasbourg Alsace (FRA)
Víkingur kann møta hesum í play-off:
Vinnarin av FC Differdange 03 (LUX)-FCI Levadia Tallinn (EST)
Hamrun Spartans F.C. (MLT) ella Maccabi Tel-Aviv FC (ISR)
Vinnarin av FC Milsami Orhei (MDA) - Virtus A.C. 1964 (SMR)
Lincoln Red Imps FC (GIB) ella FC Noah (ARM)
HNK Rijeka (CRO) vs Shelbourne FC (IRL)
Dagført: 13.11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald